
- Tíðindi, mentan og ítróttur
SSL skal hava fleiri inntøkur - prísirnir hækka í næstu viku

Um eina viku hækka fleiri prísirnir hjá Strandfaraskipum landsins.
Strandferðslan broytir prísbygnað og dagførir ferðaseðlaprísirnar.
Á bygdaleiðum fara allir ferðaseðlar at hækka 5 krónur.
Á oyggjaleiðum fara pendlarar, sum hava árskort, at fáa stigvíst øktan avsláttur.
Fyri hvørjar tíggju túrar lækkar prísurin 15 prosent, niður í 50 prosent. Ferðingin verður ókeypis hjá fólki, sum ferðast heilt nógv.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
10 krónur verða lagdar aftrat hjá teimum ferðandi, sum búgva í Føroyum, men ikki eru pendlarar.
Men av tí at farið verður aftur til at rinda fyri einvegis ferðing, er broytingin 20 kr. aftur og fram.
Prísurin hækkar nakað meira hjá ferðandi, sum ikki búgva fast í Føroyum. Hækkingin verður 75 prosent fyri ferðandi til gongu og 50 prosent fyri akfør, og verður løgd oman á prísin hjá fastbúgvandi.
Strandfaraskip landsins siga, at teimum er álagt í fíggjarlógini at fáa fleiri inntøkur, og sambært samgonguskjalinum skulu prísirnir fyri útlendingar endurskoðast.
Kunning um broytingarnar og vegleiðingar verða at síggja á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.