28 milliónir aftrat at gera Dalstunnilin lidnan

28 milliónir aftrat at gera Dalstunnilin lidnan
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt fram uppskot um eykajáttanarlóg, sum hevur 24,5 milliónir í halli
Nú skal Dalstunnilin gerast liðugur.
 
01.04.2025 - 09:32

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um eykajáttan. 

Uppskotið vísir 24,5 mió. kr. í halli. 

Millum annað verður biðið um 28 milliónir krónur aftrat til at gera Dalstunnilin lidnan og níggju milliónir til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.

Biðið verður eisini um 33 milliónir krónur til Smyril Line.

Biðið verður eisini um níggju milliónir í láni til Firum.

 

25 milliónir verða ikki brúktar

25 milliónir, sum eru játtaðar til ein bústað hjá Almannaverkinum í Miðvági, verða ikki brúktar.

Í viðmerkingunum stendur, at verkætlanin er broytt. Heldur enn at byggja eitt sambýli í trimum eindum, er ætlanin nú at keypa og dagføra eina ogn, sum stendur á grundøki, ið hevur mark til grundøkið, ið verður keypt til at byggja sambýlið á.

Byggiskráin verður tillagað og byggingin verður framd í stigum. Íalt verður talan um áleið sama tal av búplássum, og hildið verður fast um upprunaligu ætlaninaum at byggja til verandi tilboð á oynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017