- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki forðar USA at byggja fleiri herstøðir í Grønlandi

Einki forðar USA at senda størri hermegi og byggja fleiri herstøðir í Grønlandi, um tað er tað, sum USA vil.
Tað sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, í samrøðu við CNN.
Í samrøðuni heldur hon tað vera eitt sindur ironiskt, at amerikanarar nú tosa um at yvirtaka Grønland, tí tað er øgiliga lítið, sum amerikarar ikki kunnu hava í Grønlandi, um teir vilja tað.
Helle Thorning-Schmidt heldur, at um USA gjørdi av at gera fleiri herstøðir og styrkja seg hernaðarliga í Grønlandi, høvdu hvørki grønlendingar ella danir sett seg upp ímóti tí, heldur hinvegin.
- Eg ivist ikki í, at grønlendska fólkið fegið vil samstarva við amerikanarnar í Grønlandi, eisini um búskaparligar trupulleikar. So gott í tykkum, setið tykkum við samráðingarborðið, sigur Helle Thorning-Schmidt við CNN.
Hon leggur í samrøðuni eisini dent á, at grønlendska fólkið eigur Grønland, og at tað er ein partur av kongsríkinum Danmark.