
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðing: Vit hava megnað at lofta flóttafólkum úr Ukraina
Frágreiðing: Vit hava megnað at lofta flóttafólkum úr Ukraina
Batar eiga kortini at verða gjørdir, m.a. við heilsutænastum, sigur integratiónvegleiðari á Útlendingastovuni

Útlendingastovan og Fróðskaparsetrið hava gjørt frágreiðingina.
01.04.2025 - 08:54
Yvirskipað hava vit megnað at loftað flóttafólkum úr Ukraina.
Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari frágreiðing, sum Útlendingastovan og Fróðskaparsetur Føroya hava gjørt í sambandi við, at hetta er fyrstu ferð, at almennu Føroyar hava tikið ímóti flóttafólkum.
Kortini er rúm fyri batum - við eitt nú heilsutænastum.
Durita Kastalag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað sigur Durita Kastalag, integratiónsvegleiðari á Útlendingastovuni, sum hevur verið við til at gera frágreiðingina.
Higartil hava 249 ukrainar fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Markið er 250.
Í fyrstu syftu fingu ukrainsk flóttafólk uppihaldsloyvi í tvey ár - freistin er longd til mars 2026.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
01042025_Ukrainsk_flottafolk
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV