Á Breddanum: Ukrainsk flóttafólk og játtanarkarmar

Á Breddanum: Ukrainsk flóttafólk og játtanarkarmar
Tvey evni eru í sendingini í dag
Eyðgunn Samuelsen og Magnus Rasmussen skifta orð um uppskotið um játtanarkarmar í Breddanum fyrapartin.
 
01.04.2025 - 09:09

Yvirskipað hava vit sum samfelagið megnað væl at lofta nýggju avbjóðingini - at taka ímóti flóttafólki.

Men vit hava framvegis nógv at læra:

- ukrainsku flóttafólkini hava ofta trupult við at finna ein kommunulækna. 
- tey hava ofta torført við at koma inn á arbeiðsmarknaðin.
- tað gongur striltið við at læra føroyskt.
- tey hava trupult við at finna ein góðan, varandi bústað.
- og óvissan um, hvussu leingi tey sleppa at vera í Føroyum, elvir eisini til ørkymlar.

Hetta eru nøkur viðurskifti, sum verða staðfest í nýggjari kanning hjá Útlendingastovuni og Fróðskaparsetrinum.

 

Játtanarkarmarnir 250 mió. í halli

Og tað gongur striltið - sera striltið - at fáa yvirskot á fíggjarlógini.

Nýggjastu játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram í gjár, og teir vísa fjórðingsmilliard krónur í halli næsta ár. Og verða ikki munandi átøk gjørd hvørt ár næstu árini, so verður ikki avlop aftur á fíggjarlógini í bræði.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, og Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur, skifta orð í útvarpsstovuni um játtanarkarmarnar.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017