Føroya Symfoniorkestur framførir Veiða vind

Føroya Symfoniorkestur framførir Veiða vind
Árligu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri verða í Varpinum og Norðurlandahúsinum 5.-9. apríl. Hetta er fyrstu ferð, Symfoniorkestrið spælir konsert í Varpinum
Kringvarp Føroya tekur konsertina upp og sendir hana á páskum.
 
01.04.2025 - 09:40

4.000 børn úr øllum Føroyum fáa høvi at uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum og í Varpinum.

Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen sigur frá ævintýrinum Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.

Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum øll hava hoyrt áður og kenna væl.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu. 

Ein almenn konsert verður í Varpinum í Klaksvík sunnudagin 6. apríl, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygardagin 5. apríl. Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

Kringvarp Føroya tekur konsertina upp og sendir hana á páskum.

Komponistur: Kári Bæk
Søga: Rakel Helmsdal
Tekningar: Janus á Húsagarði
Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen
Dirigentur: Bernharður Wilkinson
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109