- Tíðindi, mentan og ítróttur
Le Pen sek í máli um svik við ES-peningi
Le Pen sek í máli um svik við ES-peningi
Ákæran snúði seg um, at flokkurin í 2004 og í 2016 fekk nærum sjey milliónir evrur í stuðli frá ES-tinginum at brúka til at løna starvsfólkum í tinginum

Marine Le Pen er forkvinna í Parti National í Fraklandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix
31.03.2025 - 11:20
Forkvinnan í Parti National í Fraklandi, Marine Le Pen, er dømd sek í einum máli um svik við ES-peningi.
Dómarin metti, um Le Pen og meira enn 20 onnur fólk hava svikað við ES-stuðli.
Flestu av teimum ákærdu eru limir í flokkinum hjá henni, Parti National.
52 mió. kr. í stuðli
Ákæran snúði seg um, at flokkurin í 2004 og í 2016 fekk nærum sjey milliónir evrur í stuðli frá ES-tinginum at brúka til at løna starvsfólkum í tinginum.
Tað svarar til góðar 52 milliónir krónur.
Men peningurin var í staðin heilt ella partvíst brúktur til at løna starvsfólkum í Parti National.
Le Pen hevur noktað seg sekan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV