- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanski varaforsetin á veg til Grønlands

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, er í hesi løtu á veg til Grønlands.
Við í fylginum er - umframt varaforsetan og konu hansara Usha Vance - eisini Mike Waltz, sum er serligi trygdarráðgevin hjá amerikansku stjórnini.
Eisini amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright, er við á ferðini til Grønlands. Enn er eingin almenn fráboðan komin úr Hvítu Húsunum í Washington um, hvat orkumálaráðharrin skal gera í Grønlandi.
Fimti lyklapersónurin í amerikanska fylginum er Mike Lee. Hann er valdur senatorur í statinum Utah, og er ein dyggur stuðul hjá Donald Trump í málinum um at yvirtaka Grønland.
Flogfarið fór úr USA fyrrapartin, og hevur kós móti Pituffik Space Base - fyrrverandi Thule-støðini - har tað eftir ætlan lendir stutt eftir klokkan hálvgum fýra seinnapartin, okkara tíð.
Á herstøðini verða tey kunnað um trygdina í Arktis, og skulu eisini hitta amerikanskar hermenn, sum eru har.