- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðskjálvtin kravt fleiri enn 1600 mannalív
Jarðskjálvtin kravt fleiri enn 1600 mannalív
Grannalondini senda nú bjargingarlið til Myanmar, eftir jarðskjálvtan, sum hevur kravt nógv mannalív

Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix
30.03.2025 - 11:30
Í dag koma bjargingarlið úr grannalondunum hjá Myanmar til landið at hjálpa.
Tað skrivar Reuters.
Jarðskjálvtin rakti fríggjadagin og hevur higartil kravt 1644 mannalív.
3408 fólk hava fingið løstir og 139 eru ikki funnin enn, sigur hernaðarstjórnin í landinum.
India, Kina og Tailand, eru ímillum grannalondini, sum hava sent neyðhjálp og bjargingarlið til Myanmar.
Malaisia, Singapor og Russland hava eisini sent fólk at hjálpa við bjargingararbeiðnum.
Undirstøðukervið í landinum er hart rakt av jarðskjálvtanum, eitt nú brýr, høvuðsvegir, flogvallir og jarnbreytir, og tí er ringt hjá bjargingarliðum at koma fram til tey, sum tørva hjálp.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV