Samrøða við countrystjørnuna Alison Krauss í útvarpinum fríggjakvøldið

Samrøða við countrystjørnuna Alison Krauss í útvarpinum fríggjakvøldið
"Fær ein møguleika at tosa við eitt tónlistafólk, ið hevur vunnið 27 grammyheiðurslønir, er trupult at siga nei," sigur Ragnar A. Jacobsen, ið hevur prátað við Alison Krauss
 
27.03.2025 - 21:00

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, klokkan 20:30 verður ein serlig sending í útvarpinum. 

Sendingin er ein samrøða við 53 ára gomlu amerikonsku bluegrass- og countrystjørnuna, Alison Krauss, ið Ragnar A. Jacobsen, tónleikasjournalistur, hevur gjørt. 

Ragnar A. Jacobsen er annars menst kendur fyri sendingina RagnarRokk, ið snýr seg um tungmálstónleik.  

"Eg fiski eitt sindur innanfyri, má eg viðganga, tá eg byrji at tosa við countrystjørnur heldur enn heavystjørnur. Men tá ein fær møguleika at tosa við eitt tónlistafólk, ið hevur vunnið heili 27 Grammyheiðurslønir, so er trupult at siga nei."

 

"Arcadia"

Í morgin, fríggjadagin, 28. mars gevur Alison Krauss út plátuna "Arcadia" saman við bólkinum Union Station.

Hetta er fyrsta útgáva Krauss og bólki hennara í heili fjúrtan ár, og tað er tí sambandi, at tað hevur eydnast Ragnari A. Jacobsen at orðið á Alison Krauss.

Prátað verður umvegis forritið Zoom frá heimi Krauss í Illinois í USA.


Alison Krauss og bólkur hennara, Union Station

 

Rouch og Krauss

Alison Krauss verður av kennarum mett at vera eitt av týdingarmiklasta nøvnunum á amerikanska country- og bluegrasspallinum.

Hon hevur vunnið ikki færr enn 27 grammyheiðurslønir, men hevur verið tilnevnd ikki færri enn 42 ferðir. 

Alison Krauss hevur samstarv við tónleikarar sum Robert Plant, Kenny Rogers, Brad Paisley, Vince Gill, Shaina Twain og Cindy Lauper.

Í sambandi við samrøðuna, so hevur Ragnar A. Jacobsen eisini grava eitt sindur í Kringvarpssavninum og funnið ein Mono-sending hjá Petur Rouch, sála, frá 2019, har hann lýsir Alison Krauss og tónleik hennara.

Ragnar hevði síðani kryddað samrøðuna við Alison Krauss við brotum úr sendingini hjá Peturi Rouch. 

 

Eitt hoyggj at fáa plátuna lidna

"Arcadia" er áttanda útgávan hjá Alison Krauss og Union Station. Plátan sigur frá søgum og hendingum frá einari farnari tíð.

Alison Krauss er serliga bergtikin av søguni hjá faðir sínum, sum kom út Týsklandi til USA eftir seinna veraldarbardaga

Prátað verður sjálvandi eisini um, hví so long tíð er fráliðin, síðani tey góvu "Paper Airplane" út í 2011. 

Alison Krauss ásannar, at tað hevur verið eitt hoyggja, at fáa "Arcadia" lidna. Fyrstu huskotini til sangir komu heilt afturi í 2011, áðrenn "Paper Airplane" varð útgivin.

 

Samstarva við sangskrivarar

Sum á undafarnum útgávum hjá Alison Krauss og Union Station, so eru tað sangskrivarar uttanífrá, ið skriva sangirnar. Nevnast kunnu Jeremy Lister, Robert Lee Castleman, Victor Krauss, ið er beiggi Alison, Bob Lucas, JD McPherson og Sarah Siskind. 

Nógvar útskiftingar hava verið í Union Station millum ár og dag, og nýggjur í bólkinum er sangarin Russel Moore, sum loysir Dan Tyminski av. "Arcadia" er fyrsta útgávan, ið hann luttekur á.

Ein av sangunum á "Arcadia" er serligur fyri Alison Krauss. Tað er sangurin "There's A Light Up Ahead", sonur hennara Sam Bergeson hevur verið við til at skrivað. 

Arcadia er áttanda útgávan hjá Alison Krauss & Union Station og sambært Krauss er størsti munurin á nýggju útgávuni  og  teimum undanfarnu at  lívi hjá limunum í bólkinum er broytt ígjøgnum árini.

 

Hvat: Alison Krauss um "Arcadia"
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjakvøldið 28. mars kl. 20:30, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948