FMA-heiðurslønirnar verða handaðar í kvøld

FMA-heiðurslønirnar verða handaðar í kvøld
Í kvøld verður stóra kvøldið á føroyska tónleikapallinum, tá ársins bestu avrik innan føroyskan tónleik verða heiðrað til FMA, sum verður í Varpinum í Klaksvík
 
21.03.2025 - 08:14

Hvør var besta tónleikaútgávan, sum bleiv útgivin í 2024? Hvør var besti sangurin? Og hvør var mest spennandi nýggi tónleikaspírin, ið spratt í farna árinum?

Hetta og nógv annað fæst svar upp á klokkan 20 í kvøld, tá føroyska tónleikaumhvørvið fagnar bestu avrikini á heimliga tónleikapallinum hetta farna árið. 

Tað hendir á Faroese Music Awards 2025, FMA, sum í ár fyri fyrstu ferð er flutt úr Norðurlandahúsinum og út um Havnina, tí tiltakið verður í nýggja og stásiliga Varpinum í Klaksvík. 

 

Sent og stroymt beinleiðis 

FMA er samstarv millum Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya.

Tí verður FMA 2025 sent beinleiðis í sjónvarpinum, umframt at tiltakið eisini verður stroymt her á heimasíðu Kringvarpsins, har nógv annað tilfar um FMA eisini verður at lesa. 

12 heiðurlønir verða handaðar, og sjey tónleikaframførslur eru á skránni.

Tær 12 heiðurslønir eru:

  • Ársins útgáva  
  • Ársins serútgáva  
  • Ársins sangur  
  • Ársins tónaskald  
  • Ársins spíri  
  • Ársins tónleikari  
  • Ársins tekstur 
  • Ársins myndlistarligi samleiki  
  • Ársins útflutningsvirðisløn  
  • Ársins átak   
  • Áhoyraravirðislønin  
  • Ársins Tónleikaheiður 

>>Hvørji tey tilnevndu eru í øllum bólkunum sæst HER.

 


Útgávan "Seinferð" hjá Leu Kampmann er tilnevnd til ársins útgávu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Størstur spenningur um ársins útgávu

Sum altíð, so er størstur spenningur um, hvør átti bestu útgávuna í farna árinum. 

Spenningurin hevur kanska ongantíð verið størri, tí 2024 var eitt krútsterkt útgávuár. Tað er líka við, at 2024 er sterkasta útgávuárið nakrantíð. 

Tey tilnevndu til ársins útgávu eru:

 

  • Brimheim - "Ratking"
  • Eivør - "Enn"
  • Lena Anderssen - "State of the Land"
  • Hamferð - "Men Guðs Hond Er Sterk"
  • Lea Kampmann - "Seinferð"

Allar tær fimm pláturnar hava verið umrøddar í sendingini LEITISSTEIN, sum kann hoyrast á KVF Ljóð. 

>>Hoyr eisini: LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)


Jens L. Thomsen og Aron Højgaard (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fyrsta FMA-heiðurslønin longu handað

Fyrsta FMA-heiðurslønin, fyri at hava gjørt ársins FMA-jinglu, er longu handað. Tað bleiv hon, tá allar FMA-tilnevningar blivu kunngjørdar í Norðurlandahúsinum fyrr í ár. 

Heiðurin fyri ársins FMA-jinglu vunnu blaðungi Aron Højgaard og hin durkdrivni Jens L. Thomsen. 

>>Sí eisini: Starvsnæmingurin og lærumeistarin hava saman gjørt ársins FMA-jinglu

 

Sjey tónleikaframførslur eru á skránni

Rannvá Fossaberg og Jákup Dahl, ið flest føroyingar kenna frá Góðan morgun Føroyar í útvarpinum, verða vertir til FMA í Varpinum, frásøgufólk í sjónvarpinum verður Gunnar Nolsøe, og Eyðun Müller Thomsen er framleiðari. 

FMA verður sent og stroymt beint eftir Gekkin, ið er framskundaður, klokkan 20, og tiltakið varir smáar tveir tímar, tí umframt at 12 FMA-heiðurslønir skulu handast, so verða sjey tónleikaframførslur á skránni. 

 

  • Beinir
  • Tamara
  • Marius DC
  • Lena Anderssen
  • Hamradun
  • Flytifuglar
  • GØ saman + göwa

 

 

Hvat: FMA 2025
Hvar: Í Varpinum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Í kvøld, fríggjakvøldið 21. mars, kl. 20

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551