FMA 2025: "Ratking" hjá Brimheim er ársins útgáva 

FMA 2025: "Ratking" hjá Brimheim er ársins útgáva 
Helena Henesen Rebensdorff, ið framførir undir navninum Brimheim, vann FMA-heiðurin fyri at hava gjørt ársins bestu føroysku tónleikaútgávu, "Ratking" 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 22:50

2024 var eitt sjáldama sterkt útgávuár, og kappingin um at vinna FMA-heiðurin fyri at hava gjørt ársins plátu hevur kanska ongantíð verið harðari enn júst í ár.  

Allar fimm pláturnar, ið vóru tilnevndar, høvdu í grundini heiðurin uppibornan. Men onkursvegna lá tað í kortunum, at "Ratking" hjá Brimheim hevði munin á "State of the Land" hjá Lenu, "Seinferð" hjá Leu, "Enn" hjá Eivør og "Men Guds hond er sterk" hjá Hamferð.   

Plátan hjá Helenu Heinesen Rebensdorff, ið stendur aftanfyri listanavnið Brimheim, vann á nýggjárinum eisini heiðurin sum ársins danska pláta, tá størsta danska tónleikatíðarritið, GAFFA, heiðraði best avrikini innan danska tónleikapallin. Helena er fyrsti føroyingur, ið fær hendan heiður.  

 

Brimheim var, sum vera mann, ovurfegin um heiðurin. 

Tá hon var gestur í sendingini LEITISSTEIN greiddi hon frá, at "Ratking" sigur søguna um  

"Heitið á plátuni skuldi vera eitt orð, sum umboða innihaldið á plátuni. Tað skuldi vera ein andsøgn í orðinum. Eg leitaði í bókmentum og á netinum, og so fann eg hetta orðið 'ratking' á Wikipedia, ið er eitt fyribrigdi í náttúruni, har halarnir hjá rottum verða fløktir saman, so rottirnar hanga saman restina av lívinum. Tað helt eg vera so ólekkurt, men samstundis eisini so flott. Eitt fyribrigdi, sum er ólekkurt og kongaligt samstundis. Tað var eisini tað, ið eg ætlaði at fáa fram við plátuni, hesa dulaismuna, tað ólekkra og ússaliga móti tí vakra og stórsligna." 

 

>>Lurta eftir LEITISSTEIN 19.03.2024 (Brimheim)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Fríggjadag 21. mars
Vikuskiftið 21 mars 2025
189599
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551