Skulu menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum

Skulu menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum
Granskarar á Fróðskaparsetrinum fara í einari granskingarverkætlan at menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum
Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, skal standa á odda fyri aðrari granskingarverkætlanini
 
20.03.2025 - 20:07

Granskarar á Fróðskaparsetrinum hava fingið stuðul til eina verkætlan, sum er partur av einum størri samstarvi millum granskarar í norðurlondum, Kanada og USA, og útgangsstøðið hjá føroyska toyminum er at kanna føroysk viðurskifti.

Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, stendur á oddafyri aðrari av teimum verkætlanunum, sum hava fingið stuðul, og hennara verkætlan snýr seg yvirskipað um veðurlagsbroytingar.

Málið við arbeiðinum er millum annað at menna eina vitan um, hvussu tað er at liva í einum heimi, sum fer at broytast nógv, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

Tað er Nordforsk, sum veitir stuðulin, sum í hesum føri er upp á fýra milliónir krónur.

 

Hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum í kvøld, her:

1733219

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109