Demokraatit vann valið í Grønlandi

Demokraatit vann valið í Grønlandi
Jens Frederik Nielsen er sterki maðurin í grønlendskum politikki. Demokraatit vann valið saman við Naleraq, meðan sitandi samgonguflokkar, IA og Siumut, fingu ein lúsing 
Jens Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit, tá tað í nátt var greitt, at hansara flokkur hevði vunnið valið. Mynd: Bárður G. Michaelsen.
 
12.03.2025 - 04:59

Flokkurin Demokraatit fekk 30 prosent av atkvøðunum á valinum í Grønlandi. Framgongdin er heili 21 prosent í mun til valið til Inatsisartut fyri fýra árum síðani.

Jens Frederik Nielsen, floksformaður, gjørdi eisini persónliga eitt sera gott val. Hann fekk fleiri enn 4600 persónligar atkvøður.

Naleraq gjørdi eisini eitt framúr gott val og fekk 24 prosent av atkvøðunum. Tað eru 12 prosent meira enn seinast. Flestu atkvøður hjá Naleraq fekk Aki-Matilda Høegh-Dam, sum fekk umleið 2800 atkvøður. Hon er júst komin úr Siumut yvir í Naleraq. Floksformaðurin, Pele Broberg, fekk umleið 1175 atkvøður.

Tilsamans kunnu Demokraatit og Naleraq skipa stjórn einsamællir, finna teir stevið til tað.

Í formansumfarinum í grønlendska kringvarpinum í nátt segði Jens Frederik Nielsen vera opnan fyri øllum samgongumøguleikum. Hann vildi ikki siga, um Naleraq er fyrsta boð uppá ein samgongufelaga.

 

Siumut stóri taparin

Sitandi samgonga fekk ein lúsing frá grønlendsku veljarunum. IA flokkurin hjá Múte B. Egede fekk 21,6 prosent av atkvøðunum, heili 15 prosent minni enn á seinasta vali til Inatsisartut. 

Størsti taparin var tó Siumut, sum fór niður í helvt. Flokkurin fekk einans 15 prosent av atkvøðunum, og tað eru nærum 15 prosent minni enn seinast.

Í formansumfarinum, sum varð sent beinleiðis á KNR í nátt, segði floksformaðurin Erik Jensen seg taka fulla ábyrgd av søguliga, vánaliga úrslitinum. Hann fer nú at tosa við floksleiðsluna um úrslitið og framtið floksins, og nógv bendir á, at hann fer at leggja frá sær. Erik Jensen fekk einans góðar 600 persónligar atkvøður.

Atassut stendur í stað við umleið sjey prosentum av atkvøðunum, meðan nýggi flokkurin, Qulluq, bara fekk eitt prosent av atkvøðunum.

Enn mangla nakrar fáar atkvøður at vera taldar. Tær broyta ikki valúrslitið, men fyrr enn tær eru taldar við, verður valúrslitið ikki endaliga staðfest. Og tí eru tingsessirnir heldur ikki býttir út á flokkarnir enn.

 

INNSLAG_Demokraatiit_vann_gronlendska_vali

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792