- Stóra søgan er spurningurin um grønlendska sjálvræði

- Stóra søgan er spurningurin um grønlendska sjálvræði
Fleiri altjóða miðlar eru til staðar í Grønlandi í hesum døgum í samband við valið - eisini úr Russlandi
Yuri Apreleff, journalistur hjá russisku tíðindastovuni, Ria Novosti
Mynd: Jón Brian Hvidtfelt  
 
11.03.2025 - 19:55

- Tú sært til hetta valið, at øll heimspressan er til staðar í Grønlandi vegna tað, sum Donald Trump sigur um Grønland. Vit eru her, tí vit vilja hoyra, hvat fólkið her í Grønlandi hevur at siga um hetta. 

Tað sigur russiski journalisturin Yuri Apreleff, ið arbeiðir fyri statsligu russisku tíðindastovuna, Ria Novosti.

Hann roknar við, at alt eftir, hvat úrslitið verður av valinum, so kunnu vit rokna við, at grønlendingar fara at atkvøða um grønlendskt sjálvræði um eitt, tvey ella trý ár, óansæð hvørjir flokkar fara at sita við valdið í Grønlandi.

- Men tað virkar fyri mær, at eingin ynskir at blíva partur av Amerika her - hvørki vanliga fólki ella politikkarar. Men takkað verið útsagnirnar hjá Donald Trump, so fer Grønland at møta størri vælvild úr Danmark viðvíkjandi einari tilgongd til grønlendskt sjálvræði.

Hoyr innslag frá tíðindinum á nátturða:

Russiskur_journalistur_umsett

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Týsdag 11. mars
Morgunlestur týsdagur 11. mars 2025
188898
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792