- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marco Rubio: Nú er tað upp til Russland
Marco Rubio: Nú er tað upp til Russland
Ukraina tekur undir við amerikanska uppskotinum um vápnahvíld

11.03.2025 - 19:24
Ukraina hevur tikið undir við einum amerikanskum uppskoti um vápnahvíld í 30 dagar beinanvegin, siga bæði londini í felags fráboðan, sambært Reuters.
USA og Ukraina hava sostatt tikið eitt týðandi stig til at fáa varandi frið aftur, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið.
Harumframt fer USA at taka hernaðarliga stuðulin til Ukraina uppaftur "beinanvegin", siga USA og Ukraina í felags fráboðan, sambært AFP.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, sambært Reuters, at bólturin liggur nú hjá Russlandi, um at fáa vápnahvíld í lag.
Samráðingarnar millum amerikonsk og ukrainsk embætisfólk hava verið hesa vikuna í saudiarabiska býnum Jeddah.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV