- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúgvandi fult valhøli klokkan 20

Alt bendir á, at valluttøkan í Grønlandi verður hægri hesaferð enn á valinum í 2021, tá 67 prosent av fólkinum greiddi atkvøðu.
Klokkan seks, lokala tíð, var valluttøkan 51 prosent. Og líka síðani hevur verið stríður streymur av fólki inn í Godthåbshallen, sum er einasta valstað í Nuuk.
Tilsamans 40.369 fólk hava valrætt til grønlendska landstingið, Inatsisartut, hesaferð. Umleið triðingurin 13.282 fólk, skulu greiða atkvøðu í Nuuk. Higartil hava 7100 fólk verið á vali í Godthåbshallen.
Eisini í Sisimiut er stórur áhugi fyri valinum. Klokkan 19:30, lokala tíð, høvdu 2667 fólk verið á valið, tað eru góð 67 prosent av veljarunum. Valluttøkan er góð níggju prosent hægri enn á valinum í 2021.