Á Breddanum: Valið í Grønlandi

Á Breddanum: Valið í Grønlandi
Endaspurturin í hendingaríka valstríðnum upp undir valið týsdagin er byrjaður
Valstríðið í Grønlandi er í hæddini.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.03.2025 - 09:11

Ongantíð hevur áhugin fyri vali í Grønlandi verið størri enn hesa ferð.

Og tað er eisini eitt óvanliga hendingaríkt valstríð. 

Amerikanski forsetin leggur seg út í valstríðið,  DR ger nakað tað sama við einum dokumentari, sum verður tikin aftur, atkvøðuslúkurin hjá Siumut skiftir flokk í valstríðnum, og stjórnarflokkarnir gerast ósamdir.

Alt botnar í stóra spurninginum: Kann og skal Grønland standa á egnum beinum?

Í sendingini í dag venda vit eyguni móti Grønlandi, nú endaspurturin í valstríðnum upp undir valið týsdagin er byrjaður.

Breddin klokkan 10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823