- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur útlendskur áhugi fyri grønlendska valinum

Tað er einki at siga til, at útlendskir miðlar venda sær móti Grønlandi í hesum døgum.
Eftir at Donald Trump aftur gjørdist forseti í USA, hevur amerikanski áhugin fyri grønlandi verið stórur, bæði hjá forsetanum og hansara flokki, men sanniliga eisini millum amerikonsk miðlafólk. Ella øll miðlafólk.
Tí hava nógvir altjóða miðlar gjørt at senda fólk til Grønlands, nú val til landstingið verður hildið týsdagin.
Vanliga eru tað bara danskir miðlar, sum vísa grønlendskum valum áhuga, men tað er broytt hesaferð.
Kringvarpið hevur eisini fólk á staðnum, og í kvøld tosaði Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, við fólk á gøtuni um hvat tey vænta av valinum, og hann tosaði eisini við Arnaq Nielsen, journalist hjá Sermitsiaq, um hvat er á skránni til hetta valið.
Og har fekk hann at vita, at sjálvandi var sjálvsstýrið ein partur, men har eru eisini onnur viðurskifti, so sum livikostnaðurin, sum fylla nógv í valstríðnum.
Lurta eftir øllum innslagnum, sum var í tíðindasendingini í kvøld.