- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísvøksturin í Grønlandi nógv størri enn væntað

Grønlendingar skulu á val týsdagin, og livikostnaðurin er eitt av evnunum í valstríðnum.
Og tað er ikki uttan orsøk, tí sambært grønlendsku hagstovuni, hækkaði prístalið í fjør 3,6 prosent, sum eisini er nógv meira enn tað, sum grønlendska búskaparráðið hevði væntað.
Tað skrivar Sermitsiaq.
So seint sum í september í fjør metti grønlendska búskaparráðið, at prísvøksturin fór at vera 2,2 prosent. Men nú grønlendska hagstovan hevur gjørt árið upp, vísir tað seg, at prísvøksturin í fjør endaði á 3,6 prosentum. Tað er næstan 40 prosent meira enn tað, sum búskaparráðið metti.
Matvørur og bústaður
Tað eru serliga útreiðslurnar til matvørur og bústað, sum hava ávirkað prístalið skeivan veg. Matvøruprísirnir hækkaðu 3,6 prosent í fjør og býlisútreiðslurnar 6,3 prosent.
Sambært grønlendsku hagstovuni eru tað øktar útreiðslur til hita og leiguútreiðslur, sum fóru gjøgnum skipanina í fjør, og við ársbyrjan í ár, sum hava havt stóra ávirkan á prístalið.
Oljuprísurin hevur sína ávirkan á prístalið, men í fjør hækkaðu oljuprísirnir í Grønlandi ikki so nógv, sum teir áttu at gera.
Orsøkin er, at orkudeildin hjá KNI, sum grønlendska landsstýrið eigur, gjørdi av ikki at hækka prísirnar líka nógv sum veitararnir uttan fyri Grønland. Í staðin valdi KNI at brúka burtur av eginognini.