19 feløg fingu vegleiðing

19 feløg fingu vegleiðing
14 feløg vóru biðin um at vátta, at partaeigaralán, sum er ólógligt, er afturgoldið.
Serligt átak var gjørt um partaeigaralán í fjør. Tey lánini eru ólóglig.
 
06.03.2025 - 07:09

Roknskapareftirlitið hjá Skráseting Føroya í fjør gjørdi, at Skrásetingin sendi 19 vegleiðingarskriv, gav eina átalu og kravdi ein feil rættaðan í roknskapum fyri 2023.

Hon bað 16 feløg um at lata inn nýggjar ársfrásagnir, tí tær ikki hildu treytirnar í ársroknskaparlógini.

Skrásetingin fann fýra feløg, sum høvdu partaeigaralán. 

Partaeigaralán er millumrokning millum felagið og leiðslu, eigarar ella onnur, sum standa felagnum nær. 

Partaeigaralán eru ólóglig og skulu afturgjaldast við rentum.

Í tveimum førunum var talan um ársfrásagnir, sum grannskoðari hevði gjørt.

Í hvørgum førinum var upplýst, at lánið er afturgoldið. 

Ólóglig lán

Skrásetingin hevði serligt átak um partaeigaralán í fjør.

14 feløg vóru biðin um at vátta, at partaeigaralánið er afturgoldið.

Hjá øllum 14 feløgunum var upplýst í ársfrásøgnini, at talan var um partaeigaralán og grannskoðarin hevði í grannskoðaraátekningini gjørt vart við, at hetta er ólógligt.

Í helvtini av ársfrásagnunum var upplýst, at partaeigaralánið verður afturgoldið við vinningsbýti í 2024.

Í hinari helvtini var einki upplýst um afturgjalding.

Tann 31. desember 2023 vóru 4.084 feløg í partafelagsskránni.

61 prosent teirra hava ikki grannskoðara.

Skrásetingin sigur, at samanumtikið verður mett, at roknskapareftirlitið í 2024 gevur ábendingar um, at grannskoðaðu ársroknskapirnir hava nógv færri feilir enn teir, har grannskoðan er frávald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681