Maria hjálpir kvinnuligum íverksetum

Maria hjálpir kvinnuligum íverksetum
Neyðugt er við fleiri kvinnum í KT-vinnuni, heldur Maria Fagranes Clemmensen, ið arbeiðir sum ráðgevi fyri kvinnuligar íverksetar
 
04.03.2025 - 11:35

- Íverksetan snýr seg ikki um at hava alt perfekt ella allan vitan frá byrjan av, men um at handla og laga tað til á leiðini.

Soleiðis sigur Maria Fagranes Clemmensen, sum seinastu seks árini hevur verið íverkseti uttanlands. Í dag arbeiðir hon fyri Tech Nordic Advocates, har hon serliga ráðgevur kvinnuligum íverksetum, sum vilja royna seg í KT-vinnuni.

Fyri Mariu Fagranes Clemmensen er umráðandi at fáa fleiri kvinnur inn í KT-vinnuna.

- Hyggur mann at tøkni, so er tað er júst har, at nýskapan hendir í dag. Beint nú eru tað mest menn, sum standa aftan fyri hesa nýskapanina, og tað er ein trupulleiki, sigur Maria Fagranes Clemmensen og heldur fram:

- Sambært ymsum kanningum vísir tað seg, at um bæði kvinnur og menn eru aftan fyri hesa nýhugsanina, ja so eydnast verkætlaninar betur. Tí er tað umráðandi at fáa kvinnur inn í hesa vinnuna, sigur Maria Fagranes Clemmensen, sum í fleiri umførum eisini sjálv hevur roynt seg sum íverkseta.

Í morgunsendingini greiðir Maria Fagranes Clemmensen eitt nú frá arbeiðinum, har hon ráðgevur kvinnuligum íverksetum, og eisini fortelur hon um sína egnu íverksetaraferð.

1729779

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878