Smyril Line er Føroya besta vørumerki í sínum bólki

Smyril Line er Føroya besta vørumerki í sínum bólki
Henny á Líknargøtu leggur dent á, at Smyril Line arbeiðir miðvíst við at styrkja síni vørumerki
 
04.03.2025 - 13:28
1729503



Føroya bestu vørumerki vóru kunngjørd á heiðurstiltaki Við Tjarnir fríggjadagin.

Fimtan føroyskar fyritøkur vóru tilnevndar millum fleiri enn 650 vørumerki, ið eru skotin upp av eini fakligari dómsnevnd og føroyska almenninginum.

Smyril Line vann í bólkinum: Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum.

Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line, fegnast um heiðurin.

Góða vørumerkið hevur alstóran týdning hjá Smyril Line. Bæði á heimamarknðainum, har øll kenna felagið, men eisini úti í heima, har Smyril Line er eitt lutfalsliga kent brand.

Í bólkinum Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum gjørdist vinnarin Fjord

Í bólkinum Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum vann Smyril Line

Í bólkinum Fyritøkumarknaður var tað Bakkafrost, sum vann.

Brandr Føroyar skipar fyri tiltakinum, ið umframt at heiðra tey bestu føroysku vørumerkini hevur til endamáls at skapa tilvitan um týdningin av branding og geva føroyskum fyritøkum betri grundarlag at styrkja síni vørumerki og harvið sítt kappingarføri, atdráttarmergi sum
arbeiðspláss og í síðsta enda sítt marknaðarvirði.

- Hetta verður heilt vist afturvendandi tiltak, sigur Allan Dalsgarð frá brandr Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878