- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingfólk: Handlar hava ábyrgd av starvsfólkum undir 18 ár

Handlarnir hava ábyrgd fyri at hjálpa starvsfólkum undir 18 ár, hvussu tey skulu handfara støður, tá ið javnaldrar og onnur ung vilja keypa vørur, sum hava aldursmark.
Tað søgdu limir í rættarnevnd løgtingsins í Breddanum fyrrapartin.
Kjakast var um avdúkingina hjá Kringvarpinum, hvussu lætt tað er hjá børnum og ungum undir 18 ár at keypa snús í handlunum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkium heldur, at handlarnir eiga at taka ábyrgd.
Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum heldur, at spurningur má setast við, um tað er rætt, at ungfólk arbeiða einsamøll í handlum.
Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini og tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at talan er um trupult mál, tí ung hava brúk fyri arbeiði. Men handlarnir hava ábyrgd, staðfestir hon.
Eisini Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum ásannar, at handlar hava brúk fyri ungfólkum sum arbeiðsmegi, men hann heldur, at loysnin er okkurt slag av talgildum samleika, tá ið fólk keypa vørur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
