
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mono: Gloymdu sangperlurnar hjá Kaj Klein

Orð: Niels Uni Dam
Kaj Klein, sáli, gav sítt fyrsta kassettuband ‘Skot’ út í 1986. Men longu í 1983 hoyrdu føroyingar eyðkendu djúpu røddina á Nósa-plátuni, har Kaj Klein sang sangirnar "Vestan fyri Mykines", "Busta tenn", "Buss Óli" og "Trøllavalsin".
Hóast Kaj Klein við sínari luttøkua á Nósa-plátuni ikki gjørdist eitt kent húsarhaldsnavn eins og Hanus G. Johansen, so vóru hesir sangir nógv spældir og væl dámdir.
Eg skal viðganga, at eg ikki gjørdist varur við navnið Kaj Klein, fyrr enn eg sá hann spæla konsert í Bládýpinum í Havn á vári 1993.
Plastnoist
Tað var annars í 1988, at Kaj Klein stovnaði bólkin Plastnoist saman við beiggja sínum Karl Anton Klein, sála.
Báðir búðu teir í Danmark um hetta mundið, tá teir stovnaðu bólkin, tí Kaj flutti niður at lesa tónleik á universitetinum longu í 1980, og hann flutti ongantíð heim aftur.
Klein-brøðurnir, Karl Anton og Kaj, ið báðir eru farnir úr tíðini, stovnaðu rokkbólkin Plastnoist í 1988
Umframt brøðurnar báðar, vóru tónleikararnir í Plastnoist danir. Millum aðrar gekk nú legendariski Hammond-leikarin Palle Hjorth, sum blaðungur, síni fyrstu tónlistarligu fótafet í bólkinum.
Palle Hjorth er í dag kendur sum ein av bestu Hammond-leikarum í Norðurlondum, og gjørdist heimskendur í heimlandinum, tá hann avloysti Thomas Koppel á orglinum í legendariska rokkbólkkinum The Savage Rose.
Ein ungur Palle Hjorth saman við Kaj Klein (Mynd: Kaj Klein á Facebook)
>>SÍ EISINI: "Mono: Tað mest geniala dettur ofta niðurímillum"
Karl Anton var oddamaðurin í Plastnoist
Plastnoist gav í 1993 debutbandið, ið var sjálvnevnt, út. Í hesum sambandi vitjaði bólkurin í Føroyum, har teir spældu eina konsert í Bládýpinum í Havn. Havnar Jazzfelag skipaði fyri konsertum í Bládýpinum fyrst í nítiárunum.
Eg bleiv blástur um koll av teimum og mátti harmast um, at eg ikki hevði vist um teir, tá eg bookaði konsertina "Tungmálm 1993" beint áðrenn konsertina í Bládýpinum.
Í Plastnoist var tað tó Karl Anton Klein, ið var oddamaðurin og tann mest eyðsýndi, og tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at eg veruliga byrjaði at virðismeta dygdirnar hjá Kaj Klein.
Búrið
Árið eftir, í 1994, gav Plastnoist bandið "Nagla" út, og í 1995 kom fløgan "Ypp bara øksl" við 17 sangum, sum var ein samling av sangum, ið teir flestu vóru tiknir av bondunum báðum.
Eitt av bestu løgunum á "Ypp bara øksl" er "Búrið", ið eisini er á bandinum "Skot", ið Kaj Klein gav út í 1986.
At hesin sangur átti eitt serligt pláss í hjartanum hjá Kaj var eyðsýnt, tí hann endurinnspældi sangin enn einaferð, tá hann útgav plátuna "Í andglettinum" í 2012. Her syngur Kaj Klein "Búrið" saman við Mariu Guttesen.
Í 1999 kom "21" út, ið gjørdist síðsta útgávan hjá Plastnoist.
Karl Anton flutti um hetta mundið aftur til Føroya og gjørdist mentor fyri ungar tónleikarar í Margarinfabrikkini í Havn .
Høvuðsverkið, ið liggur eftir Kaj Klein, er uttan iva triologiin, ið hann sjálvur rópti pláturnar "Hálvt frá hálsi" (2005), "Úr Maskinrúminum" (2007) og "Í andglettinum" (2012).
Eg hitti Kaj Klein til eina samrøðu á loftinum á Smiðjuni í Lítluvík í 2014.
Tá hevði vestmenningurin verið útiseti í eitt mannaminni, men hóast tað so skrivaði hann enn rámandi fólkatónleik, sum við teksti og tóni er rótfestur í hansara føroyska samleika.
Tú ivast ikki, at hetta er ein vestmenningurin, ið syngur og spælir, og ongastaðni hoyrist hetta betur enn á lagnum "Palla'sa pengar", ið er á plátuni "Úr maskinrúminum" frá 2013.
Búsettist í Eysturjútlandi
Kaj Klein livdi saman við listakvinnuni Elin Josefinu Smith í Toustrup Mark, ið er ein lítil bygd millum Aarhus og Silkeborg í Eysturjútlandi.
Tey livdu eina kreativa tilveru har. Elin málaði og Kaj gjørdi tónleik.
Kaj Klein og Elin Josefinu Smith saman við Silvurdrongi, Trygva Danielsen, og Per I. Højgaard Petersen (Mynd: Kaj Klein á Facebook)
Hóast bæði vóru føroysk, so trivust tey væl í sínum lítla føroyska húski í Danmark. Men føroyska tilknýtið var eyðsýnt, tí javnan ferðaðust tey heim til Føroya, eitt nú tá Elin sýndi myndir fram, ella tá Kaj spældi konsertir.
Tað var á einum av hesum ferðunum, at eg hitti Kaj uppi á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík. Millum myndirnar hjá Elin Josefinu, settu vit okkum og práta um, hvat hann tókst við, og hvørjar hansara ætlanir vóru.
Sigi sum er
Tvey ár frammanundan, í 2012, var fløgan “Í andglettinum” komin út. Tónleikararnir, ið Kaj spældi inn saman við, vóru í nógv ár danskir elitutónleikarar, men ljóðið passaði ótrúliga væl til føroysku fólkasálina. Fleiri av sangunum á plátuni kundu verið kvøðuljómaslagarar, tá Kvøðuljómar vóru í hæddini.
Fyrsta útgávan í triologiini var "Hálvt frá Hálsi". Her tulkaði Kaj nettupp Kvøðuljóma slagarar, alt frá "Rasmus" hjá Birna Dam og Simma til "Gullkálvavalsin" hjá Debess og Petersen, frá "Tú og eg á Ástartingi" hjá Faroe Boys til "Eitt kvøldið so síðla" hjá Teimum av kamarinum, og frá "Eg siti so eina" hjá Vestmonnum og til "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" hjá Birna Dam.
Trýverkið hjá Kaj Klein: "Hálvt frá hálsi" (2005), "Úr Maskinrúminum" (2007) og "Í andglettinum" (2012)
Á "Í andglettinum", seinastu plátuni í triologiini, helt Kaj Klein á við at gera perlur. Her arbeiddi hann saman við Mariu Guttesen, og hetta samstarvið fekk ummælarar at samanbera Kaj við Leonard Cohen, ið eisini hevur havt markantar kvinnuligar kórrøddir í sínari ljóðmynd.
Men hetta er ikki ein samanbering, ið Kaj Klein var tilvitaður um, tá hann fór undir samstarvið við Mariu Guttesen. Hann greiddi mær frá, at hann hevði tørv á einari kórdamu, og Maria kom inn at syngja kór.
Men hon sang so væl, var so dámlig og kom við so konstruktivum kritikki, at hon fekk meira pláss í ljóðmyndini, enn hann upprunaliga ætlaði.
Sawyer
Kaj Klein greiddi frá, at hann visti longu, áðrenn hann fór undir tað fyrstu plátuna í triologiini, hvørji løgini skuldu vera á øllum útgávunum.
Har vóru hugskot til yvir 50 sangir, og sjálvandi vóru onkrir skift út ávegis, men hann helt fast um konseptið og bulin allan vegin.
Á síðstu útgávuni, “Í andglettinum”, høvdu tey spælt nóg nógv løg inn til, at tað skuldi vera ein dupultfløga. Løgini vóru heilt klár, men hann endaði við at vraka nógv av teimum, so fløgan skuldi rigga sum ein heild.
Men tað er kanska eisini neyðugt, tí onnur plátan í triologiini, "Úr maskinrúminum", er einki minni enn ein trídupult fløga, har nógvir slagarar eru ár, eitt nú sangurin "Sawyer".
Ákoyrdur í 1998
Kaj var, sum áður nevnt, virkin tónasmiður, og hann segði mær í samrøðuni í 2014, at hann hevði eini 50 løg klár.
Hetta var nakað tað sama, sum hann hevði, áðrenn hann fór undir triologiina.
Hann skrivaði tónleik og tók upp heima við hús, har hann hevði innrættað sær eitt heimastudio.
Avrit av grein um Kaj Klein, sum Niels Uni Dam skrivaði í Sosialinum 17. januar 2014
Fyrra part av lívi sínum spældi Kaj nógvar konsertir, men hetta broyttist brádliga í 1998, tá Kaj bleiv ákoyrdur av einum bili.
Eftir hetta hevði hann konstanta høvuðpínu og eitt vinstra oyra, ið slett ikki toldi larm.
Tá Kaj Klein og bólkur spældu konsertir, syrgdu tey altíð fyri, at ljóðið á pallinum var so spakuligt sum tilbar.
Andaðist í 2019
Kaj Klein andaðist í 2019. Seinastu ferð eg upplivdi hann á konsert var eitt frálíkt sunnukvøld í januar sama árið, tá hann spældi í Maggies í Nólsoy.
Hendan konsert varð filmað og hevur verið víst í sjónvarpinum. Hon var einastandandi og minti okkum á, hvussu fantastiskur Kaj Klein var.
Stutt eftir hetta kom útgávan "Síðsta kvøldmáltíðin", ið hann framleiddi saman við bólkinum Bendum spónum. Útgávan var ikki heilt liðug, tá Kaj doyði, tí syngur Niels Arge Galan úr 200 onkran sang, og restin er gjørt liðugt eftir deyðan.
Eg tosaði við Kaj Klein um hesa útgávuna, ið longu lá í kortunum, tá eg gjørdi samrøðu við hann í 2014.
Kaj Klein saman við bólkinum Bendar Spónir (Mynd: Kaj Klein á Facebook)
Samstarvið við Bendar spónir byrjaði við, at hann tosaði við Mattias Kapnas, ið var ein av teimum nógvu ungu tónleikarunum, ið Karl Anton Klein hevði tikið undir sínar veingir á Margarinfabrikkini.
Tá Karl Anton doyði, tosaðu Kaj og Mattias um at gera okkurt saman. Upprunaliga tosaðu teir um, at gera okkurt við Plastnoist-tilfari. Men seinni bleiv tað heldur nýtt tilfar.
Kaj segði mær, at honum dámdi ordiliga væl at spæla saman við Bendum spónum, tí teir vóru nokk so rock’n’roll, sum hann málbar seg.
Hvat: Mono - gloymdar føroyskar perlur
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 16.05 ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hoyr 3. part í Mono-røðini um "Føroyskar perlur", har sangskatturin hjá Kaj Klein, sála, verður umrøddur.
Øll Mono-røðin um "Føroyskar perlur" kann hoyrast á KVF Ljóð og her niðanfyri
>>Mono: Føroyskar Perlur (1:4)
>>Mono: Føroyskar Perlur (2:4)
>>Mono: Føroyskar Perlur (3:4)
>>Mono: Føroyskar Perlur (4:4)