Mono: Tað mest geniala dettur ofta niðurímillum 

Mono: Tað mest geniala dettur ofta niðurímillum 
"Tað eru ikki altíð tey bestu løgini, ið fáa flestu útvarpsspælingarnar, Spotify-stroymingar ella enda í veitslusangheftum," heldur Niels Uni Dam í Mono-sendirøð
Niels Uni Dam grevur fram gloymdar føroyskar sangperlur í Mono-sendirøð
 
05.03.2025 - 15:50

"Føroyski tónleikaskatturin er stórur, umfatandi og av sera ymiskari góðsku," staðfestir Niels Uni Dam, sum seinastu 35 árini hevur viðgjørt tónleik, bæði sum útvarpsvertur, skrivandi journalistur, bloggari, ummælari, serfrøðingur og sum ein av rithøvundundum av føroysku rokksøguni.   

Í fýra Mono-sendingum leggur Niels Uni Dam nakrar, eftir hansara tykki, gloymdar, føroyskar sangperlur undir nálina.  

"Tað eru ikki altíð, at tey bestu løgini fáa flestu útvarpsspælingarnar, Spotify-stroymingar ella enda í veitslusangheftum og til midnáttarsangin á ólavsøku," heldur hann. 

 

Tað ófólksliga fer í gloymibókina 

Serliga í einum lítlum landi sum Føroyum er stórur møguleiki, at tað mest geniala dettur ímíllum, tí marknaðurin fyri tí, ið ikki er øgiliga fólksligt, er so mikið lítil.   

Niels Uni Dam hevur royndir við Mono-sendirøðini um gloymdar føroyskar perlur at geva nøkrum av hesum gloymdu løgunum eitt lítið skump út á blik við tí vón, at tey kunnu koma til heiður og æru. 

"Um hetta kann vera nokk til, at okkurt av teimum fær eitt væl uppiborið flog, ja, tað kunnu vit bara vóna."   

Í fyrstu sendingini legði Niels Uni Dam fyri við "Prúði fossur" hjá bólkinum Brongl.  

 

"Prúði fossur" - Brongl 

Jóhannus á Rógvu Joensen skrivaði øll løgini og var oddamaður í fusións-, funk- og  jazzbólkinum Brongl.

Jóhannus er best kendur sum tryggi bassurin í nógvum av okkara bestu bólkum, eitt nú Showmonnum, Frændum og hjá Lenu Anderssen. Men á Brongl-plátunum spælir hann bass, gittara og syngur sjálvur á nógvum av løgunum.   

Bólkurin gav tvær LP'ir út, tann fyrra "Ein roynd" í 1979 og tann seinna "Víðari" í 1981. 

Bólkurin legði tó fyri longu í 1976 við sjeytiára rokkstakplátuni "Gjøgnum stríð til stjørnurnar", har sangurin "Tú og eg" var á B-síðuni.  

 

Jóhannus sigur við Suna Merkisstein í sendingini "Minnist tú enn", at hann var afturkomin úr Danmark, har hann hevði lisið, og tónleikurin hjá Brongl fekk íblástur av teimum tónleikarum, sum hann spældi saman við niðri. 

Hetta var øðrvísi tónleikur, so sum funk, jazz og fusión í mun til tann rokk- og dansitónleik, ið hann hevði spælt, áðrenn hann fór niður, sum vit eisini hoyrdu á fyrstu staklagsplátuni.  

Úr rúgvuni av sangum, ið Brongl gav út, verður tikin síðsti sangurin á B-síðuni á plátuni "Ein roynd".  

Á sanginum hoyrist Jóhannus sum sangari, umframt at hann spælir gittara og bass. Hermund Jacobsen spælir trummur, Brandur Øssurson saksofon og Kristian Blak el-klaver.   

  

"Nósi" - Hanus G. 

Hanus G. Johansen fór frá at vera gittarleikari í svaka Klaksvíks show-rokk-bólkinum Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags, til at vera fólkaogn við lagnum Omma Ludvík av barnaplátuni "Nósi" frá 1983, ið Tutl gav út.  

Hanus spældi ein stóran leiklut á Nósa-plátuni. Hann sang ikki færri enn sjey sangir, umframt at hann spældi leiklutin sum Rói Royður.  

Hetta var árið fyri, at Hanus aftur tók øll á bóli sum partur av Frændum, sum á fyrstu plátuni "Saman við tær" vórðu mest átøkir einum tónleikakollektivi úr Klaksvík.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hetta var eisini fleiri ár, áðrenn hann tók á seg leiklutin sum okkara nógv besti trubadurur við plátuni "Gaman og álvara", har hann tulkar hargaskaldið Poul F. Joensen so meistarliga.   

Serligu evnini at siga søgur við sínum sangi, ið føroyingar hava elskað Hanus fyri seinastu 40 árini, komu til sjóndar á Nósa-plátuni. Á sanginum "Gríma", sum er eitt av minni spældu, men sera góðu, løgunum á plátuni, er Hanus eyðsýndur.  

Yrkingina eigur Tummas Napoleon Djurhuus, ella Tonglatummas, og Kristian Blak hevur sett tónleik til hana. Hanus syngur um forvitna drongin, ið leitar sær inn í fjósið, har heita kúgvin stendur á bási, og hondin finnur veg innanvert bógvin í flógva hitan.   

Tað var á plátuni "Gaman og álvara" í 1988, at Hanus G. legði sjógv millum seg og hinar føroysku trubadurarnar. Hetta var eitt sovorðið vælaverk, at nærum hvør einasti sangur gjørdist fólkaogn.  

 

"Hørpuspælarin" - Hanus G. 

Í 2010, tá Hanus fylti 60 ár, komu ikki færri enn tvær útgávur. Fyrst EP'in "Eitt blað eg á kann skriva", har hann saman við Jens L. Thomsen tulkar yrkingar hjá Hans Jacob Glerfoss, og síðan "Hørpuspælarin", har hann aftur kavar niður í yrkingaskattin hjá Poul F. Joensen.  

Tvey ár seinni kom "Á fold eru túsund gudar", ið aftur dokumenterar løg hjá Hanusi, ið eru gjørd til yrkingar hjá Poul F. Joensen.   

Báðar tær nýggju Poul F. Joensen pláturnar komu í lag, tá Hanus ein dagin datt inn á gólvið í Studio Bloch, sum nú tíverri er farið í søguna. Tá nevndi Hanus G. fyri Jónasi Bloch, at hann hevði ein rúgvu av óútgivnum løgum, ið hann hevði sett til yrkingar hjá Poul F.  

Tað tók ikki meira enn 14 dagar, so hevði Jónas sett saman ein bólk og skipað fyri trimum útseldum konsertum við Hanusi G. í Sjónleikarhúsinum í Havn. Eitt hálvt ár seinni var "Hørpuspælarin" útgivin.   

Bólkurin, ið spælir undir hjá Hanusi, er einki minni enn fantastiskur: Magnus Johannesen á tangentum, Mikal Blak á bassi og tangentum, Benjamin Petersen á gittara, Rógvi á Rógvi og Høgni Lisberg á slagverki, Andras Olsen á horni og Tróndur Bogason á preparerað klaver, sum tey so fínt kalla tað.   

Tíverri er "Bouquet" einasta pláta hjá Hanusi, ið er tøk á online stroymingartænastum. Hetta er stórt spell, nú konsertir við Hanusi G. ikki longur eru gerandiskostur. 

 

"Á Boðanesi" - Glataðu spælimenninir 

Systkini Pauli og Jakobina Hansen (nú Ellingsgaard) vóru oddvitar í bólkinum Glataðu spælimenninir, sum í 1982 gav út plátuna "Gluggamynd". Hendan útgávan er á tremur við frálíkum spælimanssangum, har tey bæði seta løg til nakrar av vakrastu yrkingunum, ið finnast á føroyskum.   

Eins og Hanus G., so duga Pauli og Jakobina Hansen av geva orðunum nýtt lív, her hugsi eg eitt nú um lagið til "Boga og allar nýføðingar í verðini", ið ger yrkingina hjá Jóanesi Nielsen sangbara, hóast hon ikki er í ordiliga bundnum máli. Eisini "Leygarmorgun í Havn", har tú nærum luktar kaffi og hoyrir likkurnar fyri tær.   

Plátan er innspæld í útvarpshøllini, har Carsten Arnskov stóð fyri upptøkunum. Tónleikarar eru, umframt Paula og Jakobinu, Annette Bonde, Erling Olsen, Mass Ingi Jensen, Jóan Petur Andreasen, Ronnie Nielsen, Ernst Dalsgarð, Arnbjørn Sivertsen, Zacharias Sørensen og Guðmundur Steinsson.   

Eitt tað vakrasta lagið á útgávuni er tann dragandi "Á Boðanesi". Orðini eigur Tonglatummas, og tað er Pauli, ið syngur. Ein sonn føroysk perla.   

 

"Andvera" - Kári P. 

Nú vit tosa um okkara størstu innan fólkatónleik, so er torført at sleppa uttan um Kára P. 

Eins og við Hanusi G. og Glataðu spælimonnunum, so er tað í so sparsommiligt við útgávum frá Kára P.   

Umframt útgávurnar við Debess og Petersen, hevur Kári í roynd og veru bert givið tvær soloútgávur út, "Vælferðarvísur" frá 1978 og "Hinumegin ringvegin" frá 1991.  

Kári P. er framúr teksthøvundur, og løg og tónleikur ganga upp í eina hægri eind. Hittini eru nógv, og nógvar av hansara perlum hava fingið flog í ríkiligt mát. Tó eru eisini sangir, ið eru heilt einastandandi góðir, ið kanska ikki heilt eru nádd somu hæddunum sum "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn" og "Meirilutin ræður", fyri at nevna nakrar.  

Ein av hesum sangum, sum ikki er gerandiskostur í lurtinum, er filosofiska stórverkið "Andvera".   

    

"Kanska tú svav" (feat. Tórfríð Tavsen) - Holgar Jacobsen 

Ein annar trubadurur er sørvingurin Holgar Jacobsen. Fyrstu ferð, eg rendi meg í Holgar, var til Prix Føroyar-undanumfarið í Miðvági 1999, har Holgar og villmenn vóru eitt vargaligt innslag.

Mann kundi ikki annað enn dáma hendan garrvilla garasjurokkbólkin við oddamanninum, sum meira brølaði og gralaði enn hann sang.

Har var okkurt sjarmerandi og ópolerað við tí, og Holgar hevði eina so sera dámliga hjáveru, ið gjørdi, at hetta bleiv áhugavert, hóast tað ikki rakk í nakra finalu tað kvøldið.   

Men við tíðini gjørdist bólkurin alsamt betri, og tá Holgar Jacobsen seinni fór solo og byrjaði at borðreiða sín tónleik í fólkatónleikahami, so fekk tað mítt hjarta at buka eitt vet harðari.  


Mynd: Jákup Magnussen (Úr sendingini Biltúrurin)

 

Onnur soloútgávan hjá Holgari Jacobsen ”Kanska tú svav” frá 2013 er fyri meg eitt høvuðsverk á hansara tónleikaleið. Hetta er eitt savn av ordiliga góðum sangum, og útgávan er framleidd einastandandi væl av Finni Hansen og Holgari sjálvum.  

Tað er í tí inniliga og persónliga, at Holgar er sterkastur. Hansara løg eru einastandandi vøkur, men fáa ein áhugaverdan kant, tí røddin hjá Holgari er, sum hon er.  

Á hesari útgávuni hevur hann vøkru røddina hjá Tórfríð Tavsen afturat sær, og saman levera tey eina framúr góða og melankolska uppliving. Framúr undirspælið hjá Finni Hansen á tangentum, Ólavi Olsen á Horni, Rógvi á Rógvi á trummum og Mikael Blak á bassi sveipar eisini sangin inn í eitt serligt huglag.  

Vit skulu hoyra rørandi tittlullagið "Kanska tú svav", ið Holgar hevur skrivað um seinastu ferð, hann sá pápa sín á lívi. Spennið millum beauty and the beast-røddirnar hjá Holgari og Tórfríð er frálíkt.   

    

"Torurødd Sfinxsins" - Enekk 

Ein bólkur, sum var sera virkin fyrst í nítiárunum, og sum kundi upplivast javnan í Bládýpinum í Havn, har Havnar Jazzfelag helt til, var Heimdalssynir við Kára Lamhauge (seinni Sverrisson), Agnari Lamhauge og Óla Olsen (seinni á Grindafløtti).  

Onkuntíð spældu teir eisini við størri bólki, har Høgni Klakkstein spældi trummur, Arni Carlsen ljómborð, Justin Philbrow gittara og Eyðun Lamhauge harmoniku. Tá kallaðu teir seg Enekk, ið var eitt navn, sum eg kendi aftur frá útgávuni Amnesty tónar.   

Men tónleikamyndin var sera langt frá lagnum "Eru vit til", ið hóast tað var egið, so hevði tað ein meira elektroniskan popputtan dám.   


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hetta, sum teir nú spældu, var fólkatónleikur ella heimstónleikur. Sera egin og borin av røddini hja Kára, sum um sama mundið skifti eftirnavn til Sverrisson, men eisini frálíka spælinum hjá Agnari og Óla, ið seinni tók eftirnavnið "á Grindafløtti".    

Sum ungur havnardrongur við avmarkaðum innliti í heimstónleik, var hetta fyri meg hugvekjandi og serligt upp á tann heilt rætta mátan. Tí var eg eisini skjótur úti og keypti kasettubandið til "Andlit hins tigandi", tá hetta kom út. Tað bleiv tráspælt í mínum walkmanni.   

Løg sum "Tú og eg og trøllini", "Rakyia" og "Tú ástargudinna" gjørdu hetta til eina sera sterka debutútgávu. Men tað var serliga lagið "Torurødd Sfinxsins", sum fangaði meg.

Kári førir okkum sannførandi inn í ein heim, ið tykist so ókendur, men samstundis 100% nærverandi.   

  

"Flugan" - Kári Sverrisson 

Enekk helt á við at geva góðar útgávur út, og teir kundu uttan iva fylt eina heila sending við perlum, men tað verður ikki á hesum sinni. Tó so vil eg viðmæla øllum, ið dámdu tað, ið tey hoyrdu, um at kava niður í teirra sangskatt, tí einki er sum Enekk.   

Kári Sverrisson hevur eisini spælt nógv undir egnum navni og eisini givið fleiri útgávur út, eitt nú er útgávan "Nøkur fá fet afturat", har hann spælir saman við Bendum spónum. Útgávan er ein sonn perla í sær sjálvari. Eisini samstarvið við Orku og Jens L. Thomsen er sera áhugavert. Og so hevur Kári eisini givið fleiri útgávur út sum partur av tvímansbólkinum Sverrison og Kolslíð.   

Men eg havi hug at taka eitt sera stutt lag fram. Tað er av barnafløguni "Øll hava veingir", ið  kom út í 1996.  Her er Kári Sverrisson í einum heldur óvandum og stuttligum leikluti, her er flugan.   

  

"Dulleiðarin" - Rebekka Petersen  

Rebekka Petersen er ein onnur heilt serlig rødd við sínum heilt egna stíli.  

Fyrstu ferð eg sá hana framføra var til Sement í 2010. Tá var hon einans 16 ára gomul, men framførslan stóð sera sterk, og eg undraðist stórliga, tá dómsnevndin ikki sendi hana víðari í finaluna.   

Tað var eyðsæð, at hetta var ein serliga gávaður sangskrivari við sínum heilt egna stíli. Hetta sást eisini týðiliga, tá hon 19 ára gomul gav út fyrstu útgávu sína, "Byggi borgir".  

Tá hevði hon longu gjørt vart við seg sum kórsangari hjá eitt nú Eivør og Guðrun & Bartal.   

 

 Á "Byggi borgir" skrivaði hon øll løgini og orðini uttan til eitt av løgunum. Hon segði í samrøðu við Kringvarpið um fløguna, at gjøgnumgangandi er huglagið nokk so dapurt, men tað var upp til ein sjálvan, hvussu mann tulkar tað.  

Við á útgávuni eru Per I. Højgaard á trummum, Eyðun Johannesen á bassi, Bartal Augustinussen á el-gittar og Liggjas Olsen á tangentum. 

Í 2019 kom onnur soloútgáva hjá Rebekku, "Vekt"

Vit hoyrdu Rebekku Petersen spæla "Dulleiðarin" av fyrstu útgávu síni "Byggi borgir" frá 2014.    

 

"Myndir" (feat. Rebekka Petersen) - Steso 

Steso er ein sera spennandi elektronisk verkætlan hjá Hergeiri Staksberg, ið spælir dreymakendan melodiskan tónleik. Bólkurin hevur verið eyðkendur av, at stór útskifting støðugt hevur verið í manningini.  

Hergeir gjørdi veruliga vart við seg í tónleikahøpi í bólkunum Happy? og Makrel, har hann spældi bass. Í Steso spælir Hergeir ein nógv meira sentralan leiklut sum sangskrivari, gittarleikari, synthleikari, sangari og ymiskt annað.    

Fyrsta útgávan hjá Steso, "Hákunargenta", var í stóran mun eitt nýbrot í føroyskum tónleiki, og bólkurin helt fram at menna seg.   

Bólkurin gav tvær EP'ir, eitt album og eina rúgvu av stakløgum út, fram til 2019. Tónleikarar og sangarar eru sum nevnt ymiskir.  

Hetta er nokk í roynd og veru eitt slag av soloverkætlan, men nøkur fólk hava verið afturvendandi. Ein teirra er júst Rebekka Petersen, ið hevur sungið á nøkrum av best umtóktu løgunum hjá Steso.  

Eitt av løgunum har Rebekka og Hergeir samstarva er Myndir.  

Tað hevði nokk verið eitt yvirdrivilsi at sagt, at hendan perlan er gloymd, hon hevur fingið heilt nógvar spælingar millum ár og dag, men nú átta ár eftir, at hon kom út, er lætt at gloyma hana, so tí fáa tit hana her.   

 

Hvat: Mono - gloymdar føroyskar perlur
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 16.05 ella tá tað passar tær á KVF Ljóð

1726081

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646