Jóhanna vann Melodi Grand Prix

Jóhanna vann Melodi Grand Prix
Føroyar skulu enn einaferð umboða Danmark til Eurovision, tí Jóhanna Norðberg Niclasen vann danska Melodi Grand Prix við sanginum "Hallucination"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.03.2025 - 20:54

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, ið vanliga gongur undir navninum Jóhanna, men kallar seg Sissal, tá hon syngur, skal umboða Danmark í Euruvision í Sveis í mai við sanginum "Hallucination". 

Jóhanna var stórfavorittur til at vinna donsku Eurovision-undankappingina, Melodi Grand Prix, men tað gjørdist tættari enn vænta, tí hon fekk harða kappinga frá Tim Schou við sanginum "Proud".


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Tónleikafakliga dómsnevndin hevði valt "Hallucination" hjá Sissal sum besta sang. 

Men tá atkvøður hjá hyggjarunum blivu taldar við, so var bara eitt stig á muni millum Jóhonnu og Tim. 

Triði sangurin í finaluni var "The Unluckiest Boy Alive" hjá Adel The Second. 


Mynd: Ritzau / Scanpix

Harvið gjørdist Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen annar føroyingurin, ið megnar at syngja seg til sjálvt Eurovision. 

Tann fyrsti var Rani Petersen, ið syngur undir navninum Reiley, sum vann Melodi Grand Prix í 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109