
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
2024 var eitt tað besta tónleikaútgávuárið í nógv ár, og í dag vóru tey, sum eru tilnevnd til FMA-heiðurslønir, kunngjørd.
Hetta hendi á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum.
Handast skulu tíggju FMA-heiðurslønir í Varpinum 21. mars, og tað eru kvinnurnar, ið ganga á odda í tilnevningunum.
Ikki óvæntað, so er tað Eivør, sum hevur fingið flest FMA-tilnevningar, tí hon er í uppskoti til fýra FMA-heiðurslønir; fyri ársins plátu ("Enn"), ársins sang ("Hugsi bert um teg"), ársins tónaskald og ársins myndlistarligan samleika.
Eivør á baki kemur Lena Anderssen, sum er tilnevnd til tríggjar FMA-heiðurslønir; ársins plátu ("State of the Land"), ársins sang ("Dugir tú at tosa føroyskt") og sum ársins tónaskald.
Tey tilnevndu eru:
Ársins útgáva
Brimheim - "Ratking"
Eivør - "Enn"
Lena Anderssen - "State of the Land"
Hamferð - "Men Guðs Hond Er Sterk"
Lea Kampmann - "Seinferð"
Ársins ser-útgáva
Tjant - "Ógreiða"
GØ - "Ævir, amen"
Flytifólk - "Flytifólk"
Sunleif L. Rasmussen - "Regin Smiður"
Jósef Zachariassen - "Fugloy"
Ársins sangur
"Romeo" - Beinir
"Dugir tú at tosa føroyskt" - Lena Anderssen
"Hugsi bert um teg" - Eivør
"Tosa við meg" - Ókendir
"Setandi sól" - Heidrik, Guðrið Hansdóttir
Ársins tónaskald (skapa)
Helena Heinesen Rebensdorff
Eivør Pálsdóttir
Sunleif Rasmussen
Lena Anderssen
Pauli Í Sandagerði
Ársins spíri
gówa
Ókendir
hettarher
Jólasoul
Simona Paula
Ársins tónleikari (framføra)
Harald Fonsdal Johannesen
Ari Johannesen
Jón Festirstein
Rógvi á Rógvi
Kristian Pauli Ellefsen
Ársins tekstur
"Mánadrongur" - Trygvi Danielsen
"Nú ert tú moldin" - Lea Kampmann og Teitur Lassen
"Lívsandin" - Marjun Syderbø Kjelnæs
"Tekin uppá lív" - Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn
Bogason Lamhauge)
"Nætur níggju" - Hamradun (Pól Arni Holm)
Ársins myndlistarligi samleiki
Aggrasoppar
Plátuhúsi og útgávukonsert
Flower-Punk / Axe-Killer-poppbólkurin Aggrasoppar er ein av mest visuellu og skapandi
tónleikabólkunum í Føroyum. Í fjør gjørdi bólkurin veruliga um seg við plátuni
døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG.
Visuella upplivingin gjørdist enn størri á útgávukonsertini, tá ið áskoðararnir vórðu heintaðir í
býbussi í Steinatúni og koyrdir runt til ymisk konsertstøð í høvuðsstaðnum. Fyrst í
náttklæðum í handlinum hjá Jysk, síðani í arbeiðsklæðum í havabúðini hjá Borg og at enda í
djóramaskum í Sjósavninum.
Allir sansir vórðu kýndir – frá tónleiki og visuellari list til smakkin av heimagjørda
durðasnapsinum, ið varð skonktur. Enn tá lýsingin fyri konsertina var sett upp sum
krossorðagáta, sum áskoðararnir máttu loysa fyri at finna tíð og stað.
Joe & The Shitboys
Plátuhúsi, útgávukonsert og videoløg
Joe & The Shitboys hevur hildið fast í sama konsepti, síðani bólkurin varð stovnaður. Søgan
um tekningina, teir funnu, tá ið teir ruddaðu í evningarstovuni í gamla Kommunuskúlanum,
gerst ikki gomul.
Tí er tað stuttligt at síggja, at bólkurin framvegis heldur fast í sama plátuhúsa við navni og
grafiskum samleika. The Reson for Hardcore Vibes III er í stuttum gjøgnumførd og
samanhangandi, har bæði tónleikur og visuellur stílur ganga upp í eina hægri eind.
Á útgávukonsertini í Perluni varð heimagjørda punkkonseptið ført víðari við loppumarknaði
við slitnaðum mikrofonleidningum og øðrum skrambli.
Í Mr. Nobody-videolagnum kemur visuella tilvitanin til sjóndar, har hvør detalja er væl
umhugsað. Heilt niður til veggjaprýðið í kamarinum hjá Mr. Nobody, har klassiskar plakatir og
plátuhúsar eru broyttar til at vera av Joe & The Shitboys.
Plátuhúsin er sera sjónligur og vísir samansettu plátuna, sum í roynd og veru eru tvær EP'ir.
Hamferð
Plátuhúsi, pallbúnar og útsjónd og videoløg
Hamferð hevur altíð verið bólkur, har tað visuella gongur hond í hond við tónleikin.
Hetta var eyðsýnt bæði á útgávukonsertini í Sjónleikarhúsinum og eitt nú á G! Festivalinum í
fjør. Svørtu klædningarnir, sum hava verið ímyndin av Hamferð, eru nú skiftir út við nýggj,
sniðgevin klæði frá Maibritt Marjunardóttir.
Hetta er gjøgnumførd og tilvitað menning av teirra pallbúnum.
Plátuhúsin, sum er listprýddur av Nick Morte, eins væl og blóðreyða vinylin, eru listaverk í
sær sjálvum og hóska væl til álvarsama innihaldið, sum tekur støði í skaðagrindini í Sandvík.
Hamferð gav trý videoløg út í fjør. Øll stuðla myrka samleikanum, har samspælið millum
menniskju og náttúru verður sett í miðdepilin. Videoløgini eru væl frágingin, og her gongur
tónleikur, myndamál og søga upp í eina hægri eind.
Silvurdrongur
Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept og stuttfilmur
Plátuhúsin hjá Silvurdreingi er einastandandi flottur. Hann er prýddur við myndum og
umboðar samstundis ein av mest visuellu tónlistafólkunum í fjør.
Her var alt ómetaliga gjøgnumført – frá teimum støðugu navnaskiftunum á sosialu miðlunum,
til tað avbleikta hárið og kvinnuklæðini, hann bar á palli og nýtsluna av ljósi og myrkri í sínum
framførslum. Hetta sást eisini aftur í tónleika stuttfilminum “Transformatión", ið hann lat úr
hondum.
Hvør smálutur var við til at vísa umskiftið ella skuldi man sagt transformatiónina.
Eivør
Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept, videoløg og fjepparalutir
Í fjør helt Eivør á við tætta samstarvinum við klædnasniðgevar, sum gera hennara serstøku
pallbúnar. Hetta gav framførslunum gjøgnumført og stílrent pallkonsept, sum í samspæli við
ljósarbeiðið skapti heildaruppliving fyri áskoðaran.
Saman við ljóssniðgevanum, Egil Barclay Høgenni Hansen, skapti hon visuelt univers, sum
veruliga rammar hennara framførslur inn og styrkir listarliga úttrykkið, har ið fjepparalutir við
eitt nú Eivør skrivað í siðbundnum tungmálssniði eisini eru partar av hesum universi.
Eivør gav út fleiri vøkur og væl frágingin videoløg, har serliga Upp úr øskuni skaraði framúr.