Starvsnæmingurin og lærumeistarin hava saman gjørt ársins FMA-jinglu

Starvsnæmingurin og lærumeistarin hava saman gjørt ársins FMA-jinglu
Aron Højgaard var í starvslæru hjá tónleikaframleiðaranum og ljóðlistamanninum Jens L. Thomsen, tá teir í felag skrivaðu jingluna, ið vann heiður sum ársins FMA-jingla
Hin royndi Jens L. Thomsen og hin ungi Aron Højgaard hava í felag gjørt ársins FMA-jingu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2025 - 16:10

Í sambandi við at árligu FMA-heiðurslønirnar verða lætnar í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 21. mars, høvdu fyriskipararnir útskrivað eina kapping um at skriva eina nýggja FMA-jinglu. 

Vinnararnir av jinglukappingini gjørdust Aron Højgaard og Jens L. Thomsen. 

Jinglan spretti burturúr, at hin ungi Aron Højgaard var í starvsvenjing hjá roynda tónleikaframleiðaranum og ljóðlistamanninum Jens L. Thomsen. 

"Mítt arbeiði snýr seg ofta um, at taka eitt tónleikaligt hugskot og gera tað til veruleika. Jinglukappingin var tí eitt gott høvi hjá Aron at fáa innlit í gerandisdagin hjá einum tónleikaframleiðara," greiðir Jens L. Thomsen frá.

"Vit brúktu gamlar synthar frá 70- og 80unum til at geva lagnum ein future retro dám, og um tú nærlurtar, so hoyrir tú fleiri ferðir eina sampling av einum einstøkum lógvabresti. Hetta gjørdu vit fyri at fagna (við lógvabresti) føroyskan tónleik og eisini sum eina áeggjan til áhoyrarunum til FMA í Varpinum at klappa."

 

Ein kensla av stórleika

Um jingluna sigur FMA arbeiðsbólkurin soleiðis, at hon er sera væl frágingin. 

"Jinglan er komponerað soleiðis, at hon fylgir grafikkinum í tíð og huglagi og inniheldur eyðkend melodisk elementir. Teir báðir hava leverað eina dynamiska jinglu í høgari góðsku, sum lurtarin kennir aftur, og so hevur hon eisini eina kenslu av stórheit (stórleika)."

Hartil heldur dómsnevndin, at jinglan hóskar sera væl inn í huglagið, sum FMA roynir at skapa við karmum, ljósi og framførslum.

Hoyr jingluna her niðanfyri:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344