- Tíðindi, mentan og ítróttur
Joe & The Shitboys skulu hita upp fyri Iggy Pop

Í dag er tað kunngjørt, at føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys fáa stóra heiðurin at hita upp fyri punklegenduna Iggy Pop, tá hesin fer á konsertferð í Onglandi í maj.
Leiðin gongur til London, Manchester og Glasgow, men longu nú er greitt, at konsertin í Glasgow er útseld.
Iggy Pop lýsir Joe & The Shitboys sum ein av mest spennandi bólkum í heiminum beint nú, tá hann kunngjørdi konsertferðina.
Kasta sín tónlistarliga ást á Joe and the Shitboys
Tað er ilt at finna orð fyri, hvussu stórt tað er fyri bæði Joe & The Shitboys og føroyska tónleikapallin, at ein punkbólkur úr lítlu Føroyum fær hendan heiður.
Iggy Pop er ein livandi tónleikalegenda, sum í sjeytiárunum gjørdist kendur sum sangari og oddamaður í punkrokkbólkinum The Stooges, men seinni sjálvur hittaði stórt við sangunum "Passenger" og "Lust For Life" av plátu við sama navni.
Seinastu árini hevur Iggy Pop kasta sín tónlistarliga ást á Joe & The Shitboys. Hetta er komið fram í sambandi við tónleikasending hansara Iggy Confidential á BBC 6.
Í fleiri umførum hevur Iggy Pop tosar um og spælt sangir hjá føroysku punkarunum.
Og Iggy Pop hevði teir eisini á munni, tá hann var gestur í poddvarpinum hjá heimskenda tónleikaframleiðaranum Rick Rubin.
Spola fram til 23.20 og hoyr Iggy Pop og Rick Rubin tosa um Joe & The Shitboys.
Konsertirnar við Iggy Pop og Joe & The Shitboys vera í London mikudagin 28. mai, Manchester leygardagin 31. mai, og í Glasgow týsdagin 3. juni.