Kvinnur áttu størra partin av lønarvøkstrinum

Kvinnur áttu størra partin av lønarvøkstrinum
Maria Heen, hagfrøðingur á Hagstovuni, sigur, at tað kann vera, at lønarlyftið hjá ávísum starvsbólkum sæst aftur í lønarvøkstrinum
Maria Heen er hagfrøðingur á Hagstovuni.
 
14.01.2025 - 09:46

Kvinnur eiga størri part av lønarvøkstrinum í Føroyum í fjør enn menn.

Av teimum 600 milliónunum, sum vóru goldnar aftrat í lønum í fjør, áttu kvinnurnar meira enn 60 prosent, ella 370 milliónir.

1. januar í 2024 fingu fleiri starvsbólkar lønarlyft. Í hesum bólkum starvast nógvar kvinnur, m.a. limir í Pedagogfelagnum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum.

 

 

Maria Heen, hagfrøðingur á Hagstovuni, sigur, at tað kann vera, at lønarlyftið hjá ávísum starvsbólkum sæst aftur í lønarvøkstrinum.

Men áðrenn tað er kannað, ber tó ikki til at siga við vissu, hvaðani lønarvøksturin hjá kvinnum stavar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14012025_Maria_Heen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109