Fólkatalið vaks í 19 kommunum

Fólkatalið vaks í 19 kommunum
1. desember í fjør búðu 54.675 fólk í Føroyum
Fólkatalið vaks eitt hálvt prosent frá 1. desember 2023 til 1. desember í fjør.
 
13.01.2025 - 08:22

Frá 1. desember í 2023 til 1. desember 2024 vaks fólkatalið í 19 kommunum í Føroyum.

Størsti vøksturin var í Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Nes kommunu, Vága kommunu og Skálavíkar kommunu. 

Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, í Hoyvík, á Toftum og í Saltangará.

 

 

Fólkatalið minkaði í níggju kommunum og var óbroytt í einari. 

Størsta minking var í Eiðis kommunu, Vágs kommunu og Sunda kommunu, skrivar Hagstovan. 

Tann 1. desember í fjør búðu 54.675 fólk í Føroyum, hálvt prosent fleiri enn 1. desember í 2023.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109