Fútin: "Grindafólk mugu eisini duga at sissa seg"

Fútin: "Grindafólk mugu eisini duga at sissa seg"
Michael Boolsen, fúti, er ikki samdur við Grindamannafelagnum í, at løgreglan tekur meldini frá aktivistum fyri fult, men ger einki við, at aktivistar bróta lógina
Michael Boolsen, fúti
Mynd: Savnsmynd  
 
20.12.2024 - 08:59

Tað er ein grundleggjandi misskiljing millum uppgávurnar hjá politinum og grindamonnunum. 

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, í sambandi við, at Grindamannafelagið finst hvassliga at donsku myndugleikunum, tí teir óbeinleiðis góðkenna tað virksemi, aktivistarnir gera.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Esmar Joensen, formaðurin í Grindamannafelagnum, sigur, at meðan grindafólk skulu til avhoyringar, hvørja ferð aktivistar melda grindafólk, fær tað ongar avleiðingar fyri aktivistar, at teir bróta lógina.

Sum dømi nevnir hann, at dronur flúgva yvir grindaøkjum og aktivistar fara inn um avbyrgd grindaøki, uttan at nakað hendir.

Eisini nevnir hann dømi um, at politiið undir grindadrápi hevur staðið beint við, tá ið aktivistar hava framt sítt virksemi.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Lurta eisini eftir: Grindamannafelagið: Grindafólk kenna seg svikin av Danmark

 

Mugu práta saman í nýggja árinum

Michael Boolsen, fúti, er als ikki samdur við formannin í Grindamannafelagnum um, at løgreglan tekur meldini frá aktivistum fyri fult, so grindafólk skulu avhoyrast, men ger einki við, at aktivistar bróta lógina við dronum og øðrum, tá ið grind verður hildin til.

"Eg haldi, at vit mugu taka eitt prát við Grindamannafelagið, fyri at finna út av, hví vit ikki skilja uppgávurnar hjá hvørjum øðrum," sigur Michael Boolsen, fúti, sum fer at kalla til fundar fyrst í nýggja árinum. 
 

Michael_Boolsen_svar_til_Grindamannafelagid

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109