Løgmálaráðið hevur ikki heimild at ógilda eitt kommunuval

bannari
Løgmálaráðið hevur ikki heimild at ógilda eitt kommunuval
Sjálvt um tað er staðfest, at kommunuvallógin ikki er hildijn, so hevur hevur løgmálaráðið ikki lógarheimild at ógilda eitt kommunuval, sigur aðalstjóri í ráðnum
Tilvildarlig savnsmynd
 
16.12.2024 - 12:01

Har vóru eingir atkvøðuseðlar í Skúgvi, valdagin 12. november. Harvið lýkur kommunuvalið ikki ásetingarnar í grein 9 í kommunuvallógini, sum sigur at atkvøðuseðlar skulu vera í valhølinum, og hvussu hesir skulu síggja út.

Men valúrslitið í Skúgvi verður standandi og verður ikki ógildað, sjálvt um løgmálaráðið í svari til Skúvoyar kommunu um dagarnar staðfestir, at alt er ikki farið rætt fram.

Tað sigur aðalstjórin í ráðnum, Nella Festirstein- 

Sambært Nellu Festirstein, so hevði løgmálaráðið fyrst ta fatan, at talan var um eina kæru, og tí fór aðalráðið inn í málið. 

Men uttan nakra formliga kæru, so er einki mál, staðfestir aðalstjórin. 

"Løgmálaráðið hevur ikki lógarheimild til at ógilda eitt kommunuval, sjálvt um tað er staðfest, at kommunuvallógin ikki er hildin, tí ein ítøkilig kæra skal vera í málinum," staðfestir Nella Festirstein, aðalstjóri í Løgmálaráðnum.

 

Logmalaradid_um_val_i_Skugvoy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749