Strika bíðilistan eftir grundstykkjum

Strika bíðilistan eftir grundstykkjum
Vága kommuna dagførir skipanina við grundstykkjum, so borgarar í kommununi nú kunnu søkja um grundstykki beinleiðis
 
15.12.2024 - 18:34

Vága kommuna hevur gjørt av at taka burtur bíðilistan eftir grundstykkjum.

Í staðin er skipanin dagførd og gjørd meira smidlig, so borgarar nú kunnu søkja um grundstykki beinleiðis og fara undir at byggja.

Hetta er úrslitið av eini tilgongd, har Vága kommuna síðstu tíðina hevur havt eina gjøgnumgongd av grundstykkjunum í kommununi.

Í løtuni eru seks byggiklár grundstykkir tøk, og tað kann søkjast um hesi stykki beinleiðis á Vanganum, skrivar Vága kommuna á heimasíðu síni.

Einaferð um mánaðin verður yvirlitið inni á Vanganum dagført við teimum grundstykkjum, sum eru tøk.

Umbiðin grundstykki verða tikin av og nýggj koma aftrat á yvirlitinum, so hvørt útstykkingar verða gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109