Herleif Hammer heldur fram sum stjóri á Tjóðsavninum

Herleif Hammer heldur fram sum stjóri á Tjóðsavninum
Higartil hevur starvið verið áramálssett, men verður fast starv frá 1. januar
Herleif Hammer heldur fram sum stjóri á Tjóðsavninum - frá 1. januar í føstum starvi.
 
10.12.2024 - 14:28

Herleif Hammer er settur sum stjóri á Tjóðsavninum.

Hesum boðar mentamálaráðið frá í dag.

Herleif Hammer hevur verið stjóri á Tjóðsavninum í áramálssettum starvi síðan 1. august 2017. Í oktober í ár var starvið lýst leyst aftur, men nú sum fast starv við setan frá 1. januar.

Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Aarhus Universiteti. Harumframt hevur Herleif Hammer leiðsluútbúgving og drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum rektari á táverandi Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. 

Herleif Hammer er eisini formaður í føroysku UNESCO-nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109