- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálptu vilstum føroyingi aftur á rætta kós
Hjálptu vilstum føroyingi aftur á rætta kós
Tyrlan var boðsend, men áðrenn hon fór á flog, eydnaðist at hjálpa viðkomandi niðan aftur á gøtuna í haganum millum Tjørnuvík og Saksun
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.11.2024 - 11:34
Neyðugt var at hjálpa einum føroyingi, sum var vilstur í haganum millum Tjørnuvík og Saksun, aftur á røttu kós í morgun.
Málið byrjaði við, at fólk á Eiði boðaðu løgregluni frá, at tey sóu ljós í haganum millum Tjørnuvík og Stakkin.
Av tí at tað var sera hált í haganum var ikki hildið vera ráðiligt at senda fólk í hagan.
Politiið bað tí tyrluna fara at leita.
Men áðrenn hon fór á flog, komu boð frá sløkkiliðnum á staðnum, at málið var loyst.
Við einari sterkari lykt hevði tað eydnast at hjálpt viðkomandi niðan aftur á gøtuna.
Viðkomandi kom aftur í øllum góðum, upplýsir løgreglan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV