- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundlógaravhoyring í rættinum: Skuldsettur fyri drápsroynd
Grundlógaravhoyring í rættinum: Skuldsettur fyri drápsroynd
Talan er um ein 31 ára gamlan útlending, sum er skuldsettur fyri at hava stungið við knívi
22.11.2024 - 14:21
Ein maður er í dag í grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Hann er skuldsettur í sambandi við eitt mál um drápsroynd.
Talan er um ein 31 ára gamlan útlending.
Tilburðurin var í einari bygd í Eysturoynni í gjárkvøldið, har ein føroyskur maður bleiv stungin í bringuna við knívi.
Maðurin kláraði at verja seg, men hevur sár í bringuni.
Biðið varð um, at rættarmálið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, men fjølmiðlarnir mótmæltu, og dómarin gav teimum viðhald.
Kringvarpið fylgir málinum í rættinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV