Fiskaútflutningurin minkaði slaka milliard

Fiskaútflutningurin minkaði slaka milliard
Meiri er útflutt av av laksi, toski og fóðuri, men afturgongd er í útflutninginum av øðrum fiskasløgum
Frá oktober í fjør til september í ár er útflutt fyri tilsamans 11 milliardir og 861 milliónir krónur.
Mynd: Hagstovan  
 
15.11.2024 - 15:22

Føroyski fiskavøruútflutningurin minkaði slaka milliard krónur frá oktober í fjør til september 2024 í ár.

Meiri er útflutt av av laksi, toski og fóðuri, men afturgongd er í útflutninginum av øðrum fiskasløgum.

Frá oktober í fjør til september í ár er útflutt fyri 11 milliardir og 861 milliónir krónur.

Frá 2022 til 2023 var útflutt fyri 12 milliardir og 992 milliónir.

 

 

Minni innflutningur

Innflutningsvirðið minkaði 833 milliónir krónur.

Innflutt var fyri 10,7 milliardir krónur frá oktober 2023 til september 2024. 

Tað er sjey prosent minni enn frá 2022 til 2023.

Oljan er vorðin bíligari. Hon ger stóra munin í innflutningsvirðinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109