Barnafrádrátturin hækkar mest í Runavíkar kommunu

Barnafrádrátturin hækkar mest í Runavíkar kommunu
Barnafrádrátturin hækkar frá 1.500 krónum upp í 10.500 krónur, og verður tann hægsti í landinum
 
03.11.2024 - 14:56

Hetta er tíðin, tá ið kommunurnar kring landið avgreiða sínar fíggjarætlanir fyri næsta ár.

Í triðstørstu kommununi, Runavíkar kommunu, verður skattaprosentið verandi á 21,5, men barnafrádrátturin hækkar 1500 krónur upp í 10.500 krónur, sum er tann hægsti í landinum.

Spjaldrið, ið gevur børnum og ungum atgongd til ítróttar- og frítíðarvirksemi, hækkar úr 2500 upp í 3.000 krónur.

Fíggjarætlanin fyri 2025 javnvigar við 300 milliónum og 400.000 krónum, og uttan lántøku er talan um eitt avlop upp á góðar 10 milliónir krónur.

Skattafíggjaðu íløgurnar næsta ár eru 52,4 milliónir krónur.

Størsta einstaka íløgan hjá Runavíkar kommunu er svimjihøllin, ið ætlandi er liðug í summar, og higartil eru brúktar og goldnar góðar 107 milliónir krónur av kostnaðinum, sum er 165 milliónir.

Nettoskuldin hjá kommununi er 181 milliónir krónur, sum tó er 95 milliónir lægri enn lániloftið.

Runavíkar býráð samtykti hóskvøldið fíggjarætlanina við fyrstu viðgerð, har tíggju atkvøður vóru fyri og ein ímóti.

Onnur viðgerð verður á seinasta regluliga býráðsfundinum hetta valskeiðið, og er hann hósdagin 28. novembur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109