Bjørt skal seta kanningarstjóra

Bjørt skal seta kanningarstjóra
Løgtingsforkvinnan er komin í ta støðu, at hon nú skal seta ein kanningarstjóra, hóast hennara evsta, løgfrøðiliga ráðgeving mælir frá.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 18:18

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fekk í gjár hesa fráboðan frá samgongumeirilutanum í Landsstýrismálanevndini:

"Meirilutin í Landsstýrismálanevndini heitir tí hervið á løgtingsforkvinnuna um at seta kanningarstjóra sambært §38, stk.2 í stýrisskipanarlógini at kanna og geva løgtinginum eina frágreiðing um, hvørt landsstýriskvinnan í umhvørvismálum breyt §5, stk.2 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins við tilvitað ella av grovum óksetni at bera løgtinginum skeivar upplýsingar, tá hon á tingsins røðarapalli undir 3. viðgerð av løgtingsmáli 59/2023 tann 2. mai 2024 segði seg ongar ábendingar hava fingið um trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum."

Áheitanin er undirskrivað av Hans Jacob Thomsen, formanni í Landsstýrismálanevndini.

12 dagar frammanundan skrivar Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, eitt notat til Landsstýrismálanevndina. Í notatinum, dagfest 10. oktober, skrivar løgtingsstjórin, at eingin orsøk er til at seta ein kanningarstjóra. Til tað er málið ov lítið.

 

Les eisini: Løgtingsstjórin: Ikki neyðugt at seta kanningarstjóra

Bjørt Samuelsen skal altso - sambært stýrisskipanarlógini - seta ein kanningarstjóra, samstundis sum hennara egna, løgfrøðiliga ráðgeving sigur nei.

-Eg taki avgerðina hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini til eftirtektar, sigur Bjørt Samuelsen.

Hoyr samrøðu við Bjørt Samuelsen:

Bjort_kanningarstjori_-_jbh_-_1800

Landsstýrismálanevndin er í tvíningum í málinum um Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu. 

Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, sum í gjár kom í minniluta í Landsstýrismálanevndini, segði beinanvegin, at andstøðan nú fór at fyrireika eitt uppskot til misálit á landsstýriskvinnuna.

Og í tíðindunum á middegi gjørdu Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum greitt, at teir taka undir við misáliti á Ingilín Strøm.

Andstøðuflokkarnir taka ikki undir við at seta ein kanningarstjóra. Teir hava biðið løgmann um sjálvur at loysa landsstýriskvinnuna úr starvi, áðrenn tingfundin í morgin, tá misálit annars verður reist. 

Kringvarpið royndi at fáa eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen til útvarpstíðindini í kvøld, men tað eydnaðist ikki. 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652