Andstøðan fer at atkvøða fyri misáliti

Andstøðan fer at atkvøða fyri misáliti
Niðurstøðurnar hjá Landsgrannskoðanini og løgtingsfyrisitingini eiga at verða tiknar til eftirtektar, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum
Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 13:16

Andstøðuflokkarnir í løgtinginum fara at atkvøða fyri einum uppskoti um misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Tað siga formenninir í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.

- Vit mugu taka niðurstøðurnar hjá Landsgrannskoðanini og umsitingini hjá løgtinginum til eftirtektar, sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum.

 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Formaðurin í Miðflokkinum heitir á løgmann um at loysa Ingilín D. Strøm úr starvi undan tingfundinum í morgin, annars atkvøður flokkurin fyri misáliti á landsstýriskvinnuna, sigur Jenis av Rana. 

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og limur í landsstýrismálanevndini, sigur, at andstøðan stendur saman í hesum málinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23102024_Misalit

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109