Máar undan trúvirðinum, at aðalráð skúgvar niðurstøðu til viks

Máar undan trúvirðinum, at aðalráð skúgvar niðurstøðu til viks
Beinta Løwe og Árni Gregersen gjørdu viðmerkingar í Breddanum til kæruna um Ingilín D. Strøm, sum er til viðgerðar í landsstýrismálanevndini
Árni Gregersen og Beinta Løwe vóru í Breddanum fyrrapartin.
 
22.10.2024 - 13:12

Tað máaar undan trúvirðinum í okkara fólkaræðisligu skipanum, at Umhvørvismálaráðið skúgvar niðurstøðuna hjá einari samdari landsstýrismálanevnd til viks.

Tað halda Beinta Løwe og Árni Gregersen, sum viðmerktu politisktu støðuna í Breddanum fyrrapartin.

Beinta Løwe sigur, at nú hevur málið flutt seg so nógv, at tað snýr ikki bara um ein landsstýrissess, men eisini um nakrar skipanir, sum eru trygdin hjá borgarunum í einum fólkaræði.

Árni Gregersen sigur, at hetta er stovnar, sum skulu tryggja, at fólkaræðið virkar. Tá løgtingsumsitingin og landsgrannskoðanin eru saman um at leggja nakað fyri eina tingnevnd, so er torført hjá politikarum at koma til aðra niðurstøða enn hana, sum fakfólkini mæla til. 

 

22102024_Beinta_og_Arni

 

Landsstýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin, har kæran av Ingilín D. Strøm var til viðgerðar. 

Fundurin var niðurlagdur, og verður tikin uppaftur seinni í dag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109