
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundurin í landsstýrismálanevndini um kæruna um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, er tikin uppaftur, og nú sita allir tríggir nevndarlimirnir á fundi.
Tá landsstýrismálanevndin fór á fund í morgun, segði Bárður á Steig Nielsen, sum boðar Sambandsflokkin í nevndini, at hann helt fast við fyribilsniðurstøðuna, sum ein samd nevnd gjørdi í málinum fyri nøkrum vikum síðani.
Hini bæði í nevndini, Hans Jacob Thomsen í Javnaðarflokkinum, sum er formaður, og Hanna Jensen úr Framsókn, hildu kortini fram at viðgera málið.
Fundurin var niðurlagdur um 11-tíðina, tá tingfundur var settur, men fyri løtu síðani var hann tikin uppaftur.
Hans Jacob Thomsen sigur við Kringvarpið, at miðað verður framvegis eftir, at landsstýrismálanevndin skal vera liðug at viðgera málið í dag ella í kvøld.
Men tað er ikki vist, at niðurstøðan verður kunngjørd í dag.