Tríggir av fýra monnum arbeiða í privatu vinnuni

Tríggir av fýra monnum arbeiða í privatu vinnuni
Í september vóru tilsamans 29.584 starvsfólk í Føroyum, 231 fleiri enn somu tíð í fjør
Í september arbeiddu um 16.800 starvsfólk, ella 56,6 prosent, hjá privatum arbeiðsgevara. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
18.10.2024 - 08:01

Tríggir av fýra monnum í Føroyum arbeiða í privatu vinnuni. 

Hinvegin arbeiða minni enn 40 prosent av kvinnum hjá privatum arbeiðsgevara. 

Hetta vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. 

Í september arbeiddu um 16.800 starvsfólk, ella 56,6 prosent, hjá privatum arbeiðsgevara. 

Hini 43,4 prosentini, sum eru sløk 12.800 starvsfólk, arbeiða hjá tí almenna. Almennir arbeiðsgevarar fevna um stovnar og almennar fyritøkur.  

Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 0,8 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109