Eyka býráðsfundur um havnarlagið á Tvøroyri

Eyka býráðsfundur um havnarlagið á Tvøroyri
Náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu gjørt av at viðgera bæði málini - byggingina, sum er gjørd, og ætlaðu útbyggingina - av nýggjum eftir ásetingum í náttúrufriðingarlógini.
 
14.10.2024 - 10:07

Á eyka býráðsfundi í dag fer býráðið á Tvøroyri at viðgera hoyringarskriv um bygging og útbygging á havnarlagnum á Tvøroyri.

Náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu viðger byggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Talan er um tvey mál. 

Landsstýrið kann gera kunngerð, sum ásetir, at byggingar á ávísum øki ikki skulu leggjast fyri friðingarmyndugleikan.

 

Kunngerðin ikki í gildi

Í 2012/2013 var slík kunngerð gjørd, har landsstýrið eftir ummæli frá Yvirfriðingarnevndini og avvarðandi kommunustýri kann seta úr gildi forboð fyri ávís nágreinilig øki, sum natúrliga hoyra undir verandi byggilendi ella havnaøki.

Tað er undantak frá reglunum um bygging við sjóvarmálan.

Kunngerðin er gjørd, og øll hildu, at hon var í gildi. Men tað er hon ikki, tí hon er ongantíð lýst.

Tað kom undan kavi, tá Varðin Pelagic søkti um loyvi at byggja út.

Tí hevur náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu gjørt av at viðgera bæði málini - byggingina, sum er gjørd, og ætlaðu útbyggingina - av nýggjum eftir ásetingum í náttúrufriðingarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008