Hvalspýggja kann ávirka laksaalingina

Hvalspýggja kann ávirka laksaalingina
Royndir í Skotlandi og Noregi vísa, at hvalspýggja brennir sár á skræðu og táknur, og tað plágar fiskin illa
Aino Hosia á 'University Museum of Bergen' og Amanda Vang úr 'Firum' arbeiða saman um at greina hvalspýggju.
Mynd: Firum  
 
03.10.2024 - 11:49

- Tað er neyðugt at kanna hvalspýggju fyri at vita, um hon ávirkar laksaalingina.

Tað sigur Amanda Vang, deildarleiðari á Firum , sum saman við fleiri øðrum er farin at kanna, hvussu stóra ávirkan hvalspýggjan hevur.

Í Noregi og Skotlandi hevur alivinnan avbjóðingar av smáu hvalspýggjunum.

 

(Savnsmynd)

 

Tá hitin í sjónum er til vildar, er so nógv hvalspýggja, at hon er til stóran ampa fyri alifisk, sum kki fær flutt seg undan. Hvalspýggja brennir sár á skræðu og táknur, og tað plágar fiskin illa. 

Fremsti spurningur er at vita, um apolemia kann gerast sami trupulleiki her í Føroyum, sum hon er vorðin í Noregi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03102024_Hvalspyggja

 

Nýggir hættir verða brúktir at kanna DNA frá føroyskari hvalspýggju at finna fram til, um talan er um sama slagið, sum hevur elvt til trupulleikar í norsku alivinnuni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468