Løgreglan nógv at gera í nátt

Løgreglan nógv at gera í nátt
Løgreglan hevur havt nógv um at vera í nátt, millum annað tí konsert var í høllini á Hálsi í Havn.
Tveir menn hava sovið á løgreglustøðini í Havn í nátt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
29.09.2024 - 09:52

Løgreglan hevur havt nógv at gera í nátt, serliga millum klokkan eitt og fýra. Tað boðar vakthavandi hjá løgregluni frá í morgun. Hetta tí at stór konsert hevur verið í høllini á Hálsi í Havn í nátt, har millum annað danska Medina spældi. 

Í hesum sambandi hevur løgreglan eina áheitan til fólk, um ikki at vera so skjót at ringja eftir løgregluni, um tey síggja avdottin fólk, men heldur at royna at vakja tey, áðrenn ringt verður eftir løgregluni. 

Fleiri ferðir í nátt er løgreglan komin á staðið, og tá eru fólk vekk, tí tey eru vaknað aftur. Eisini sjúkrabilurin hevur havt nógv at gera í nátt. 

Tveir menn hava sovið í brummuni, annar tí hann ikki vildi siga, hvør hann var, og hin, tí hann hevði sligið á ein løgreglubil. Teir vera skuldsettir fyri ávikavist ikki at siga navn og fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Annars kom ein fráboðan í gjár um eld í eini uppvaskimaskinu í Hvalba. Grannar og fólk, sum vóru tætt við, vóru skjót at reagera og fingu uppvaskimaskinuna úr húsunum, so at skaðin var so lítil sum møguligt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109