Tjóðleikhús á havnarøkinum fer at elva til ruðuleika

Tjóðleikhús á havnarøkinum fer at elva til ruðuleika
Sjálvt um Norrøna flytur út á Skansabryggjuna at liggja, verður framvegis ruðuleiki, um tjóðleikhús verður staðsett á eystaru bryggju, sigur stjórin í Tórshavnar havn
Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, mælir staðiliga frá at byggja tjóðleikhús á havnarøkinum.
 
27.09.2024 - 09:52

- Ferðslurenslið og trygdin á øllum havnarøkinum verður munandi verri, um tjóðleikhúsið verður staðsett á eystaru bryggju. Tí mæla vit frá ætlanini.

Tað sigur Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar Havn.

Hanus Mikkelsen vísir á, at sjálvt um Norrøna í framtíðini flytur út til Skansabryggjuna at liggja, verður tað framvegis ruðuleiki á havnarøkinum, um tjóðleikhúsið verður staðsett har.

Hann tekur undir við strandferðslustjóranum, sum hevur víst á, at tjóðleikhúsið fer eisini at darva siglingina hjá Smyrli.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27092024_Tjodleikhus_og_Hanus

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109