287 fólk fulltíðararbeiðsleys í august

287 fólk fulltíðararbeiðsleys í august
Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir
Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðleysir, 197 fulltíðararbeiðsleysir menn í august. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
25.09.2024 - 10:41

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í august.

287 vóru fulltíðararbeiðsleys. 

Tað er 0,2 prosentstig størri enn í august í fjør.

Tá vóru 201 fulltíðararbeiðsleys.

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðleysir, 197 fulltíðararbeiðsleysir menn í august.

129 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur vóru í august.

Størsta arbeiðsloysið er hjá teimum 25 til 34 ára gomlu.

Í august vóru 39 fólk langtíðararbeiðsleys. Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í juli. 

Tað svarar til 328 fulltíðararbeiðsleys. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109